"Betri vinir" verkætlan á Lítlafløtti

43157232 171574850429980 7451502829581107200 n

Fríggjadagin, 5. okt. 2018, byrjaði ein verkætlan á Lítlafløtti kallað "Betri vinir".

Fyrrapartin fríggjadagin høvdu børnini vitjan av Bamsu, sum kom við klemmibamsum til børnini. Myndir frá hesari vitjan eru at síggja í myndasavninum.


Um Betri vinir

Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað til 3-6 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.

Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barna- felagsskapin og fyribyrgja happing.

Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum:

Tolsemi - Virðing - Umsorgan - Dirvi.

Besta amboðið ímóti happing og sosialari útihýsing er at stuðla børnum í tollyntum og positivum barnafelagsskapum.

Vaksin – foreldur, fakfólk og vaksin, sum í frítíðini arbeiða við børnum – hava avgerandi leiklut sum leiðvísarar og fyrimyndir, tá talan er um sosiala lívið hjá børnunum. Tey eru avgerandi í stríðnum at fyribyrgja happing. 

Tað snýr seg um miðvíst at uppbyggja og stuðla samanhaldinum millum børn gjøgnum spøl, undirvísing, venjing og sosialt virksemi. Samstundis er tað týdningarmikið at stuðla teimum í at siga frá, tá onkur útihýsir og argar.

Betri vinir er námsfrøðiligt tilfar til børn, fakfólk og foreldur, sum arbeiða við at styrkja barnafelagsskapin í vøggustovum, dagrøkt, barnagarðum og skúlum – og sostatt fyribyrgja happing.