Sjovarkommuna

Moldgjald

Sjóvar kommuna hevur á kommunustýrisfundi 25.05.2009 samtykt:

At áseta eitt gjald fyri móttøku av mold í samband við útgrevstur á kr. 4000,- pr. grundstykki,

ella kr. 150,- pr. lastbil.

Reglugerð fyri vindmyllur

Reglugerð fyri uppsetan av vindmyllum til húsbrúk
Kommunan hevur samsvarandi almennu heimildunum, ið fylgja býarskipanarlógini, sum byggivald rætt til at regulera uppseting av vindmylum til húsbrúk sum byggimál.
Eisini kann kommunan sum umhvørvismynduleiki regulera vindmyllur til húsbrúk fyri soleiðis at tryggja sær, at hesar virða tær umhvørvisreglur, ið kommunan sum umhvørvismynduleiki hevur ábyrgd av (sí serliga grein 8 í kunngerð nr. 53 frá 1994 um umhvørvisreglur.)
Farast kann ikki undir uppseting av vindmyllu, áðrenn skrivligt loyvi fyriliggur frá kommununi.
1. Vindmyllur til húsbrúk eru smáar vindmyllur, ið geva ískoytisorku til húsarhaldið, og sum ikki spenna meira enn 2,001 m í tvørmát
2. Áðrenn farið verður undir at seta upp vindmyllur, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi. Umsóknin skal í minsta lagi fevna um:
· Støðumynd (1:500) við mátum og plasering á grundøki og fjarstøðu til grannamørk og grannabygningar
· Síðumyndir (1:100)
· Tvørskurð (1:50) við øllum neyðugum mátum
· Fundamentstekningar (1:50) og upplýsingar um mastratypu
· Skjalprógv fyri, at mylla lýkur ásettu óljóðstreytir
· Skjalprógv um, hvussu myllan er fest og skjalprógv fyri, hvussu nógvan vind myllan tolir
3. Krøv til einstøku myllurnar og mastur
· Breidd: Veingjabreiði (diametur) kann í mesta lagi verða 2.00 m
· Hædd: Mest loyvda hædd er 12,52 m, mált frá fundamenti til hægsta punkt á mylluni. Hæddin upp til lægsta punkt á veingjabreiði skal í minsta lagið verða 6 m
· Frástøða: Til nærmastu grannahús skal í minsta lagi verða 15 m3, og í mun til grannamark skal frástøðan í minsta lagið verða 3 m. Myllan skal undir øllum umstøðum standa nærri húsi, ið fær orku frá myllini, enn grannahúsum. Øll mát eru í vatnrættari linju
· Frástøðan til onnur almenn øki, so sum vegir, fríøki og annað, skal í minsta lagi vera 10m
· Styrkin á mastrini skal vera so, at ikki er neyðugt við mastrarspenni og hongsl skulu vera so, at masturin kann leggjast niður tá ódnarveður er
· Óljóðstreytir: Óljóð frá vindmylluni má ikki verða størri enn 404 dBa við eini vindmegi á 8 m/s. Mált á grannaognini
· Onnur krøv: Sjálv vindmyllan skal ikki víkja avgerandi frá hæddini av øðrum konstruktiónum í umráðum. Vindmyllan skal hava eina yvirflatu, sum í minst møguligan mun reflekterar ljós, helst hvítan ella gráan lit.
4. Varnast kommunan, ella verður kommunan av øðrum gjørd varug við, at vinmyllan ikki lýkur ásetingarnar omanfyri, kann kommunan krevja at vindmyllan fyribils verður steðgað. Verða viðurskiftini ikki fingin í rættlag, kann kommunan krevja, at vindmyllan verður tikin niður.
5. Sjóvar kommuna kann undir ongum umstøðum ábyrgdast fyri skaða á persón ella ogn hjá øðrum, sum kann standast av vindmylluni.
Viðmerkingar:
1: Talan kann eisini verða um liggjandi vindmyllur
2: Ásetingin er eitt uppskot. Atlit eiga at verða tikin til tað fagurfrøðiliga, at konstruktiónin ikki stingur ov langt upp millum aðrar konstruktiónir, og nyttuvirðinum, at myllan helst skal standa frítt, fyri at geva so stórt av sær sum møguligt.
3: Frástøðan á 10 og 15 m eru uppskot, og eru eisini treytað av, hvussu nógv óljóð myllan gevur frá sær.
4: Tikið úr donsku ásetingum, stundum verður 45 dba brúkt.

Reglugerð fyri Dagstovnin

Reglugerð fyri dagstovnin í Sjóvar kommunu

 

§ 1

Kommunalur stovnur

 

Dagstovnurin á Strondum er ein kommunalur stovnur, góðkendur við heimild í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt nr. 67 frá 10. mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006.

 

 

§ 2

Endamál stovnsins

 

 

1. stk.

Endamál stovnsins er gerandisdagar í dagtímunum at hava umsorgan fyri, menna og menta børnum aldrinum frá 6 mánaðir til og við 2. flokk, ið hava bústað í Sjóvar kommunu.

Stovnurin verður rikin í einum kristnum anda, í tryggum umhvørvi og á námsfrøiligan fullgóðan hátt.

 

2. stk.

Javnstilla við 1. stk., er endamál stovnsins at samskipa tiltøk fyri børn, sum av fysiskum, sálarligum og sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.

 

 

§ 3

Foreldraráð

 

1. stk.

Fyri stovnin skal veljast eitt foreldraráð, sum skal geva leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal á ein positivan hátt arbeiða fyri, at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldrini, stovnin og kommununa.

 

2. stk.

Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri tvey ár. Fyri hvønn lim, verður ein varlimur valdur.

 

3. stk.

Ráðið skal verða umboðað av foreldrum, sum hava børn á stovninum.

 

4. stk.

Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

 

 

§ 4

Setanarviðurskiftir og uppgávubýti

 

1. stk.

Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins, setir kommunan ein leiðara og ein varðaleiðara við námsfrøðiligari útbúgving. Kommunustýrið setir, eftir tilmæli frá leiðaranum og Trivnaðarnevndini, fólk í starv og sigur fólk úr starvi. Størvini skulu lýsast leys alment. Fólk, sum verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

 

2. stk.

Stovnurin hevur opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at stovnurin kann hava opið alt samdøgnið ella í vikuskiftunum sambært § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, um dagstovnar og dagrøkt.

Leiðarin skal hava boð innan 1. mai, nær barnið skal í summarfrí. Barnið skal hava frí minst 5 vikur um árið, harav 3 vikur er samanhangandi um summari og tvær vikur um veturin.

 

3. stk.

Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu sovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.

 

4. stk.

Sjóvar kommuna ger upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum sambært § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, um dagstovnar og dagrøkt.

 

5. stk.

Leiðarin hevur ábyrgdina av, at gjaldið, ið foreldrini skulu lata, verður kravt og førir leiðarin í samstarvi við annað starvsfólk hjáverðubók, har tað hvønn dag verður sagt frá, hvørji børn eru komin.

 

6. stk.

Leiðarin førir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin á stovninum, navn teirra og aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru á stovninum og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.

 

7. stk.

Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlanum, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.s.fr.. Uppsøgn av starvsfólki verður framd í tráð við tær til eina og hvørja tíð gladandi reglur.

 

 

8 stk.

Leiðarin hevur ábyrgdina av, at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum. Um kommunan tekur avgerð, ið eftir uppfatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur so sum sáttmáli o.t., hevur leiðarin skyldu til at boða kommununi frá hesum. Um kommunan ikki er samd við leiðaranum hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommununnar kærast til Almanna- og Heilsumálaráðið.

 

 

9. stk.

Er talan um størri útveganir, fer keypið fram eftir at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri kommunustýrið til støðutakan.

 

10. stk.

Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkendu fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá Sjóvar kommunu.

 

 

§ 5

Fíggjarætlan

 

Tað áliggur leiðaranum, saman við kommunalu fyrisitingini, at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri kommunustýrið til viðmerkingar og góðkenningar. Kommunan velur ríkisgóðkendan ella skrásettan grannskoðara fyri stovnin.

 

 

§ 6

Uppsagnargrund

 

1. stk.

Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann barnið sigast upp eftir Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt nr. 6 frá 25. januar 1995, sum broytt við kunngerð nr. 84 frá 7. oktober 1999.

 

2. stk.

Um barnið er á bíðilista, hvørs tørvur verður mettur hægri enn tørvurin hjá upptiknum barni, er tað ikki uppsagnargrund.

 

 

§ 7

 

Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu kann broyta hesa reglugerð.

 

 

Reglugerðin er góðkend av kommunustýrinum fyri Sjóvar kommunu tann 2. august 2006

 

 

 

Malena Thomsen, borgarstjóri
 
 


 
 

Aftur 
 

Viðtøkur fyri foreldraráðið fyri Lítlafløtt

Sambært Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, § 3, verður foreldraráð valt.


§ 1

Endamál
 
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna við dagstovnin og skal arbeiða positivt fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og kommununa.

Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.
 

§ 2

Heiti

Foreldraráðið fyri Lítlafløtt


§ 3

Foreldraráðslimir

Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn á stovninum, undantikin eru tó starvsfólk á stovninum.


§ 4

Atkvøðurættur

Foreldur ella verji hava eina atkvøðu hvør.

 
§ 5

Ráðið

Í foreldraráðnum skulu vera 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Allar eindir á stovninum skulu verða umboðaðar.

Ráðið skal vera umboða av foreldrum, sum hava børn á dagstovninum. Fer barn hjá ráðslimi av stovninum, tekur varalimur sæti í ráðnum.

Ráðið skipar seg sjálvt við formann, næstformanni og skrivara.

Skrivarin skrivar fundarfrásøgn í gerðabók, sum verður undirskrivað av ráðlimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.

 

§ 6

Fundir

Foreldraráðið kemur saman minst eina ferð um ársfjórðingin. Á fyrsta fundi verður avtalað, nær fundirnir skulu verða.

Umboð fyri foreldraráðið, stovnsleiðsluna og Trivnaðarnevndina hava fundir við felags áhugamálum á einum av teimum føstu fundunum, minst tvær ferðir um árið.

 

§7

Foreldrafundur

Foreldrafundur er hægsti mynduleiki í øllum viðurskiftum ráðsins.

Foreldrafundur verður hildin á heysti hvørt ár, við hesi dagsskrá:

1. Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farnað ári

2. Frásøgn frá foreldraráðnum

3. Val av limum og varalimum til foreldraráðið

4. Viðgerð av innkomnum málum

5. Ymiskt


Uppskot, sum skulu viðgerðast á foreldrafundi skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 14 dagar fyri fundin.

Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.

Foreldrafundur verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.

 

§ 8

Samráðingar

Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara, nevnd og kommununa.

 

§ 9

Ábyrgd limanna

Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti, sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldu.

 

Samtykt á kommunustýrisfundi 26. feb. 2007

Sjóvar kommuna

Malena Thomsen, borgarstjóri

 

Brunasamtykt

§ 1

 

Endamálsorðing

 

Endamálið hjá Skálafjarðar Sløkkiliði er grundað á løgtingslóg, har sløkkiliðið skal verða liðið, ið verður tilkallað tá ið eldur er í, tá óhapp stendst av vandamiklum evnum, ella tá tørvur er á "tekniskari" hjálp / leiðslu við spreingivanlukku, skriðulopi, ferðsluóhappi, flovanlukku á landi, um bygningur kommununum og borgarum tess, í neyðstøðu.

 

 

§ 2

 

Lógligt grundarlag

 

1. Fyri sløkkiliðið í kommununum er galdandi tann til eina og hvørja tíð galdandi lóggáva á økinum.

a) ásetingar í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a.

b) kunngerðir sambært brunalógini

c) henda samtykt sum er sambært § 5 í brunalógini.

 

 

§ 3

 

Fyristøðan hjá sløkkiliðunum

 

1. Vegna bý- og bygdaráðini hevur felagsbrunanevndin fyristøðuna av sløkkiliðunum. Nevndin er skipað soleiðis við 7 limum: Sjóvar, Nes og Funnings kommuna tilnevna hvønn sín lim og Runavíkar kommuna 2. 1 limur er brunaumsjónarmaðurin og 1 limur er tilnevndur av fútanum.

2. Bý- og bygdaráðini tilnevna limir sínar eftir hvørt kommunuval og hesir eru kommunustýrislimir.

Nevndin skal hava fund 2 ferðir um árið, og annars tá 2 av nevndarlimunum krevja tað til viðgerðar av máli, sum samtundis verður fráboðað.

Formaðurin ella næstformaðurin kallar inn til fundar. Fundurin er viðtøkuførur tá minst 4 nevndarlimir eru á fundi.

Fráfarandi formaður boðar til fundar aftaná nýval.

Nevndin førir gerðabók, sum undirskrivað verður av teimum nevndarlimum, sum møttir eru á fundi.

 

 

§ 4

 

Skipan og tænastuviðurskifti hjá sløkkiliðunum.

 

1. Bý- og bygdaráðini seta felags brunaumsjónarmann eftir at góðkenning er fingin frá Brunaumsjón landsins.

2. Brunanevndin setur varamenn hjá brunaumsjónarmanninum eftir tilmæli frá brunaumsjónarmanninum.

3. Brunanevndin setir sløkkiliðsfólk eftir tilmæli frá brunaumsjónarmanninum.

4. Setanartreytir, samsýning, tryggingar og onnur fíggjarlig viðurskifti verða ásett av brunanevndini.

5. Brunaumsjónarmaðurin setur upp rakstrar- og fíggjarætlan. Bygdaráðini góðkenna fíggjarætlanina eftir tilmæli frá brunanevndini.

6. Brunaumsjónarmaðurin hevur dagligu leiðsluna av sløkkiliðnum og ábyrgd av, at sløkkiamboðini og annað verða hildin og dagførd samb. vegleiðingum frá Brunaumsjón landsins.

7. Brunaumsjónarmaðurin hevur dagligu fíggjarligu umsitingina av sløkkiliðinum, í samsvari við góðkenda fíggjarætlan. Somuleiðis heldur hann bókhaldið klárt til grannskoðan.

8. Tá Brunaumsjónarmaðurin hevur forfall skulu varamenn, settir av brunanevndini, eftir tilmæli frá brunaumsjónarmanninum, vera í hansara stað.

9. Í skjalinum "Sløkkiliðsmanning" er tilskilað, hvør er leiðari og hvørji eru varaleiðarar og hvør samlaða manningin er.

10. Brunaumsjónarmaðurin hevur ræðið á staðnum meðan eldsløkking og bjargingararbeiðið fer farm.

11. Brunaumsjónarmaðurin skal skipa fyri sløkkiliðsvenjingum. Fyri at halda eitt høgt støðið, er kravið til sløkkiliðsfólk at tey møta til minimum 25% av venjingunum. Brunaumsjónarmaðurin boðar brunanevndini frá um onkur er, sum ikki heldur minsta kravið.

 

 

§ 5

 

Kommunala tilbúgvingin

 

1. Brunanevndin tekur avgerð um útvegan av størri sløkkiamboðum, hølum v.m. sambært ásetingar í § 10 í brunalógini, og verður Brunaumsjón landsins kunnað um keyp av størri sløkkiamboðum.

2. Í skjalinum Sløkkiútgerð er tilskilað, hvør útgerð skal vera tøk hjá sløkkiliðnum og hvar hvør útgerð er støðað.

3. Brunaumsjónarmaðurin hevur eftirlit við sløkki- og bjargingarútgerð í bygningum og virkjum v.m., ið er kravd av kommunalu mynduleikunum.

4. Brunaumsjónarmaðurin skal framhaldandi veita Brunaumsjón landsins dagførdan manningarlista, ið er tilskilaður í skjalinum Sløkkiliðsmanning við nøvnum, heiti og telefonnummurum hjá manningunum. Brunaumsjón landsins letur løgregluni listan.

5. Á tilkallingarlistanum skal tilskilast uppgávuøkið í høvuðsheitum, kommununummur, dagfesting av listanum, telefonnummur hjá manningunum og telefonnummar hjá Brunaumsjón landsins 21 50 46 til stuðuls í sambandi við serligar skaðahendingar.

 

 

§ 6

 

Vatnveiting

 

1. Vatnveiting til eldsløkkingar kann fáast úr brandpostum, vøtnum og møguligum vatngoymslum á áum.

2. Brandpostar skulu setast í samráð við brunaumsjónarmannin.

3. Á korti, merkt skjal nr. 2, skal vera víst hvar í kommunum brandpostar eru og hvaðani sløkkivatn eigur at verða tikið í vøtnum, áum o.t.

Kommununar hava ábyrgdina av at støðini har sløkkivatn verður tikið, og skulu eftirhyggjast minst 2 ferðir um árið.

 

 

§ 7

 

Fráboðan

 

1. Fráboðan um eld og vanlukku skal gerast við at ringja 112.

2. Sløkkiliðini kunnu verða fráboðað frá alarmsentralinum, ella aðrari góðkendari skipan har nærri frágreiðing verður givin sløkkiliðsfólkinum. Í serligum førum kann annar fráboðanarháttur verða brúktur.

 

 

§ 8

 

Fíggjarætlan og roknskapur

 

Kommununar góðkenna fíggjarætlan og grannskoðan roknskap.

Fíggjarætlanin skal verða góðkend av nevndini og send kommununum áðrenn 1. oktober.

 

 

§ 9

 

Uppøgn av samstarvinum

 

Fyri at avtaka og koma burturúr felagsskapinum, skulu minst 3/4 av kommununum siga gott fyri at taka seg burturúr felagnum. Um felagsskapurin verður niðurlagdur, verður meting gjørd av ognunum, og vera ognirnar býttar eftir sama leisti sum inngjaldið í felagsskapin.

 

 

§ 10

 

Gildi og endurskoðan

 

Brunasamtyktin fær gildi frá 1. juli 2005, og skal endurskoðast 5 hvørt ár. Um semja ikki fæst millum allar luttakandi kommununar um broytingar í hesari avtalu, so heldur samstarvið áfram sambært ásetingunum í avtaluni, til samstarvið verður sagt upp sambært ásetingunum í § 9.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00