Sjovarkommuna

Søga

sjogv_gomulmynd

mynd frá www.sjovarfornminnafelag.fo

 

Sjóvar sókn. Tann gamla Sjóvar sókn fevndi um bygdirnar Selatrað, Strendur, Skála og Skálafjørð. Av hesum bygdum er Skálafjørður tann yngsta. Hon er bygd onkuntíð í 1600-árunum. Fyri stívliga 100 árum síðan komu niðursetubygdirnar Morskranes og Innan Glyvur afturat. Tann nýggjasta niðursetubygdin er Kolbanargjógv sum kom fyri góðum 60 árum síðan.

 

Navnið Sjóvar sókn kemur av býlinginum við Sjógv á Strondum, tí har stendur kirkjan sum nú er, og har hava kirkjur undan hesari staðið í fleiri hundrað ár so langt aftur, sum søguligar keldur røkka. Kirkjan við Sjógv var einasta kirkjan í sóknini heilt upp til okkara tíð. Kirkjan sum nú er, varð bygd í 1834. Á Selatrað kom kirkja í 1927, og á Skála í 1940. Hvussu gomul Sjóvar sókn og Strendur eru vita vit ikki, menn vilja verða við at vit skullu í hvussu so er aftur í 15. øld.

 

1 januar 1952 fór Sjóvar sókn í tvíningar, og Skála og Skálafjørður fóru burturúr og gjørdust sjálvstøðug kommuna við heitinum Skála kommuna. Sjóvar sókn varðveitti sítt gamla navn eftir sundurbýtið, nú við bygdunum Innan Glyvur, Strendur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað.

 

Til Kommununa hoyra uml 70 merkur í jørð. Á Strondum eru 19 7/8 mk.ogn og 20 1/4 mk. landsjørð.

 

Á Selatrað eru 8 merkur ogn og 22 merkur landsjørð.

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00