Sjovarkommuna

Nýggjársbál

nýggjársbál
loyvi til bál fæst frá Skálafjarðar sløkkiliði

 

 

 

 


NÝGGJÁRSBÁL
________________________________________

Umsókn um at brenna nýggjársbál

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at
góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á Telefon 448235
ella Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. innan 31. desember, klokkan12.00

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu
frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða
bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til
umstøðurnar
• at veðrið er til vildar
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon 448235, ella teldupost Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi,
umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.


Umsókn um nýggjarsbál her

 

 

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00