Ruskplássið á Hulki:
Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu hevur gjørt av, at frá 11. nov 2002 skal bingjuplássið á Hulki verða mannað.
Kommunan hevur sett Jan Abrahamsen í starv 10 tímar um vikuna, at taka sær av bingjuplássinum.
Opið er hesar tíðir:
Mánadag kl.18.00 - 20.00
Mikudag kl. 18.00 - 20.00
Hósdag kl. 18.00 - 20.00
Leygardag kl. 14.00 - 18.00
Endurnýtsla:
Á økinum við ruskplássið á Hulki er ein bingja til lutir, sum er ætlað Bláa Krossi til endurnýtslu.
Gras og greinar:
Gras og greinar skulu burturbeinast í grótbrotinum vestanfyri tangan,
grótbrotið er opið tá ruskplássið er opið.