Fundur í trivnaðarnevndini 10.03.2014

 

Møtt:  Lisa Frederiksberg, Anfinn Gærdum, Jens Kristian Rasmussen
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Lisa      
Klokkan: 18.00-20.00

 

Mál nr.: 2011-0021-0042
Reist av: Sjóvar Kommuna
Viðgerð: Skúlating
Avgerð: Nevndin er positiv. Umsitingin biðist um at taka samband við skúlan og kanna møguleikan við at íverkseta hesa ætlan.

 

Mál nr.: 14/00008
Reist av: Stranda Skúli
Viðgerð: Umsókn um hjartastartara í skúlanum
Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti, vísandi til at hjartastartari er í Heilsumiðstøðini og á Vaðhorn Seafood.
Heitt verður á umsitingina at kunna betri um hvar og hvussu fæst fatur á hjartastartarunum.

 

Mál nr.: 14/00006
Reist av:  Lenu Weihe
Viðgerð: Umsókn um stuðul til café á Selatrað
Avgerð: Umsitingin biðist kanna málið nærri

 

Mál nr.: 14/00009
Reist av:  Trivnaðarbólkinum fyri sjúklingahotellið Tórshavn
Viðgerð: Umsókn um stuðul til nýggjan buss til sjúklingahotellið Tórshavn
Avgerð: Samd at játta við 3.000 kr., tá bussurin verður keyptur

 

Mál nr.: 14/00010
Reist av:  Íverksetarahúsið
Viðgerð: Startup Skálafjørðin
Avgerð: Samd at játta við 5.000 kr.