Sjovarkommuna

Fundur í trivnaðarnevndini 15.09.2014

 

Møtt:  Lisa Frederiksberg, Anfinn Gærdum og Jens Kristian Rasmussen
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Lisa      
Klokkan: 17.00-19.30

 

Mál nr.: 2012-19-240  /  Bókasavnið
Reist av: Lis í Selvindi
Viðgerð: Bókasavnið verður viðgjørt í øðrum máli (2013-23-11)
Avgerð: Málið verður lokað.

 

Mál nr.: 2011-19-197  /  Stranda Blákrossfelag
Reist av: Stranda Blákrossfelag
Viðgerð: Málið bleiv viðgjørt, og semja er um, at vit ikki arbeiða víðari við málinum júst nú.
Avgerð: Málið verður lokað.

 

Mál nr.: 2014-19-55 
Reist av: Forlagið Fannir, umsókn um at keypa bók
Viðgerð: Nevndin ynskir ikki at stuðla umsóknini
Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.  

 

Mál nr.: 2014-19-70   
Reist av: 3 RX á Kambsdali, umsókn um stuðul til námsferð
Viðgerð: Nevndin ynskir ikki at stuðla umsóknini
Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.

 

Mál nr.: 2014-19-71
Reist av: Sjóvar Fornminnafelag, Umsókn um Stuðul
Viðgerð: Fornminnafelagið hevur heitt á fólk í bygdini um at hjálpa til við at laða grótgarðar. 
Avgerð: Umsóknin verður gingin á møti

 

Mál nr.: 2014-24-73 
Reist av: Sjóvar Kommunu – Almenn svimjing leygardag
Viðgerð: Áheitan frá Hans Petur, skúlastjóra, um at hava almenna svimjing leygardag, í eini royndartíð.
Nevndin metir, at vit kunnu ganga áheitanini á møti, sum eina roynd, frá heystfrítíðini og eina tíð fram.
Avgerð: Nevndin mælir til at ganga áheitanini á møti, um peningur kann finnast á fíggjarætlanini. 
Málið lagt fyri fíggjarnevndina.

 

Mál nr.: 2014-19-56 
Reist av: Sjóvar Kommuna – líkbilur
Viðgerð: Nevndin viðgjørdi málið um líkbil. 
Avgerð: Nevndin mælir til at umsitingin kannar málið nærri.

 

Mál nr.: 2014-19-05 
Reist av: Trivnaðarnevndin - Borgarafundur
Viðgerð: Borgarafundur / Trivnaðartiltak. Nevndin mælir til at felags borgarafundur verður, tá ið endalig ætlan er gjørt um íbúðarbygging í Dávagerði,
og heitir á umsitingina, um at fáa íbúðarætlanina framskundaða.
Avgerð: Nevndin mælir til at borgarafundur / trivnaðartiltak verður hildið, tá ið íbúðarætlan fyriliggur.  

 

Mál nr.: 2014-24-02 
Reist av: Stranda skúli / 3.flokkur - spælipláss
Viðgerð: Spælipláss í Stranda skúla. 
Nevndin metir, at tað hevur stóran týdning, at umstøðurnar í skúlanum verða betraðar.
Avgerð: Nevndin mælir til, at málið verður tikið við á fíggjarætlanina fyri 2015.  

 

Mál nr.: 2013-15-11 
Reist av: Sjóvar kommuna - Bygdahúsið
Viðgerð: Hølisviðurskifti í Bygdahúsinum. 
Nevndin tosaði um hølisviðurskiftini, og avgjørt bleiv, at gjøgnumganga bygningin saman, fyri at finna útav, hvat vit ætla við húsinum, og gera raðfestingarlista.
Ynskiligt er, at avsettur peningur verður brúktur, og at munandi upphædd verður sett av á fíggjarætlanini 2015.
Avgerð: Nevndin mælir til, at kommunustýrið, saman við umsitingini, gjøgnumgongur alt Bygdahúsið, við ætlanum um, at Bygdahúsið sum heild verður dagført, og at málið verður tikið við á fíggjarætlanini fyri 2015.  

 

Mannagongd í sambandi við stuðulsumsóknir:
Trivnaðarnevndin hevur samtykt nýggja mannagongd í sambandi við stuðulsumsóknir. 
Avgerð er tikin um, at stuðulsumsóknir verða viðgjørdar 3 ferðir árliga, ætlandi á fundunum í mars, juni og november.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00