Sjovarkommuna

Fundur í trivnaðarnevndini 17.11.2014

 

Møtt:  Lisa Frederiksberg, Anfinn Gærdum og Jens Kristian Rasmussen 
Skrivari: Lisa      
Klokkan:19:00-21.15

 

Mál nr.: 2012-0021-0048 
Reist av: Sjóvar Kommuna
Viðgerð: Forskúli
Avgerð: Nevndin mælir til at forskúli ikki verður settur á stovn í 2015.   
Nevndin mælir til at verandi tilboð verður víðkað.   
Málið koyrt í kommunustýrið til endaliga støðutakan.

 

Mál nr.: 2013-0023-0013  
Reist av: Sjóvar Fornminnafelag
Viðgerð: Keyp av Handlinum á Høvdanum
Avgerð: Nevndin mælir til at stuðla keypinum av Handlinum á Høvda.   
Málið koyrt í kommunustýrið til endaliga støðutakan.

 

Mál nr.: 14-21-95  Eykajáttan til telduútgerð til skúlan
Reist av: Stranda Skúli
Viðgerð: Vit meta at íløgan hevur tídning fyri undirvísingarháttin, ið skúlin gongur á odda fyri.
Avgerð: Nevndin mælir til at játta umsóknini.

  

Mál nr.: 14-19-80  Umsókn um stuðul
Reist av: St.í.f
Viðgerð: Nevndin ynskir at stuðla leikskránni sum undanfarna ár við hálvari síðu
Avgerð: Nevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.    
Málið koyrt í fíggjarnevndina at finna fígging.

 

Mál nr.: 14-19-90  Umsókn um stuðul 
Reist av: Føroya Lands Orkestur
Viðgerð: Nevndin hevur ikki tøkan pening til at stuðla ferðini hjá FLO  til Prag og Pólands.
Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.

 

Mál nr.: 14-19-75  Umsókn um stuðul til bók
Reist av: Ítróttarsamband Føroya
Viðgerð: Nevndin er ikki sinnað at keypa bøkur
Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.

 

Mál nr.: 14-19-86  Umsókn um stuðul
Reist av: KRIS
Viðgerð: Vit meta hetta verða ein landsuppgáva.
Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.

 

Mál nr.: 14-19-93  Umsókn um stuðul til bók
Reist av: Tórður Jóhannesarson
Viðgerð: Nevndin er ikki sinnað at keypa bókina.
Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.

 

Anfinn fór av fundinum kl.21.00.

 

Mál nr.: 14-19-92  Umsókn um stuðul til sølurás 2014
Reist av: St.í.f.
Viðgerð: Nevndin er positiv at stuðla feløgunu við sølurásini, sum er eitt gott afturvendandi tiltak, sum av teimum heilt fáu hevur megnað at yvirliva.  
Nevndin ynskir at stuðla við 6.000 kr.
Avgerð: Nevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.   
Málið koyrt í fíggjarnevndina at finna fígging.  

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00