Fundur í trivnaðarnevndini 08.12.2014

 

 

Møtt:  Lisa Frederiksberg, Anfinn Gærdum og Jens Kristian Rasmussen 
Klokkan: 19.50-21.00

 

Mál nr.: 14-21-102
Reist av: Stranda skúli, umsókn um hjartastartari.
Viðgerð: Í marts mánaði í ár valdu vit ikki at játta tilsvarandi umsókn frá Stranda skúla. Vit meta nú, at við øktum aktiviteti í skúlanum eitt nú fleiri dagar við eldrasvimjing o.s.fr, eigur hjartastartari at verða á staðnum. Sjálv íløgan er ikki serliga kostnaðarmikil í mun til hvat ein hjartastartari kann útrætta við at bjarga lívum.
Avgerð: Vit vilja heita á fíggjarnevndina um at finna pening til hjartastartara.
Lagt fyri fíggjarnevndina. 

 

Mál nr.: Nýtt mál.
Reist av: Trivnaðarnevndini, Smáttur.
Viðgerð: Vit ynskja at gera miðbýin meira innbjóðandi og enn hugnaligari. Uppskotið er at evt. skúlanæmingar gera 3 smáttur, ið kunnu verða nýttar til smásølur og hugna ymsar tíðir á árinum. Hesar skulu verða til at taka niður ímillum tiltøkini, a´la sum í granna kommununum. Hugsast kann um marknaðardagar, nýggj stevnutiltøk, jólahugna og annars hvat vit kunnu finna uppá av nýhugsan  Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.