Sjovarkommuna

Næstu viku afturat

flis
enn ber til at keypa stroyggj (flis) frá ALS, tey koma aftur á Strendur í næstu viku

 

Stroyggj frá Fjølsmiðjuni

Fjølsmiðjan hjá ALS er eitt átak, har endamálið er at koma at kenna viðskiftafólkini hjá ALS betri.
Hetta gera vit, tí okkara royndir vísa, at jú betri kunnleika vit hava til viðskiftafólkini, jú skjótari koma tey aftur í arbeiði. Á Fjølsmiðjuni, sum er eitt slag av aktiveringshúsi, hava vit fýra breytir, harav ein teirra er ein miðla- og sølubreyt.

Í løtuni arbeiðir breytin við at selja stroyggj (flis/dækbark), og tað er tí, vit hava sett okkum í samband við tykkum. Fjølsmiðjan, sum liggur á Hjalla, er farin undir eitt samstarv við Brennistøðina, har vit sleppa at læna greinaknúsaran hjá teimum og fáa allar greinar, sum annars verða koyrdar í brenniovnin, til okkara at knúsa og framleiða stroyggj við.

Við at keypa stroyggj frá Fjølsmiðjuni fáa tit sostatt eina vøru, ið er 100% føroysk og 100% endurnýtsla. Stroyggið er framleitt av tilfari, sum annars hevði verið brent, og tí spara vit bæði arbeiðsorku, brenniorku og CO2 útlát, og hesi bæði seinastu eru góð fyri umhvørvið. Samanborið við at innflyta stroyggj, spara tit sjálvsagt eisini flutningin til Føroya.

Og vit átaka okkum, at tit fáa stroyggið hagar, tit ynskja uttan eyka kostnað.  

Prísir v/mvg. (sekkir á 25 litrar):

1 stk:      30 kr.
4 stk:     100 kr.
100 stk:   20 kr. pr. sekk.

 

Vinarliga,

Miðla- og sølubreytin í Fjølsmiðjuni.

Ingrid Bjarnastein Breytasamskipari

Arbeiðsloysisskipanin Á Hjalla 4 Postsmoga 3022 FO-188 Hoyvík

Fartel. (+298) 299 518 Tel. (+298) 349 550 Fax (+298) 349 551

www.als.fo

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00