Sjovarkommuna

Familjulega 2015

Familjulega2015
á Selatrað 2. - 5. juli

 

 

Familjulegan 2015

Nú er tíðin komin til tað besta og størsta familjutiltakið á árinum!  

Familjulegan, sum KFUM skótarnir í Føroyum skipað fyri á hvørjum sumri, verður frá 2. juli til 5. juli 2015.

Eingin tilmelding er neyðug og øll eru hjartaliga vælkomin!

Á Familjuleguni fáa foreldur og børn endiliga stundir til at vera saman sum familja í nakrar spennandi dagar í náttúruni á Selatrað. Samstundis fáa tey høvi til at royna alskyns virksemi:  

- Øksakast
- Bogaskjóting
- Snorkling
- Gullgravaran
- Paintball
- Súkklubátar
- Tunnuflakar
- Skjóttgangandi bátur
- Jarnsmíð
- Kano
- Siging
- Primitiv matgerð
- Skattajakt
- svimjihylur

Familjulegan er skipað sum eitt opið hús. Familjuhugni og trivnaður er í hásæti á leguni og familjan kann sjálv velja, nær komið verður til Selatraðar og nær farið verður av Selatrað. Fleiri velja at vera alla leguna, meðan onnur gera sær ein dagstúr inn á Selatrað.

 Á Selatraðsdepilinum er matarsøla, har ein kann keypa sær døgurða og okkurt lekkurt omaná. Matarsølan er opin allan dagin.

Gistingarmøguleikarnir eru fleiri. Hugnaligt er at sova í tjaldi og er hetta eisini ókeypis, men eisini ber til at bíleggja sær kamar á depilinum.

Hvørt kvøld er stórt legubál, har skipað verður fyri undirhaldi og felagssangi, og er hetta ein hugnalig og gevandi løta fyri alla familjuna!

Tiltakið byrjar hósdagin 2. juli kl. 16.00 og er heilt fram til sunnudagin 5. juli kl.14.00. Møguleiki er tó at seta tjald upp frá mikudegnum.

Sí meira um tiltakið og um Selatrað á Facebook/familjulegan 2015
ella fá samband á tlf. 31 10 75 ella 75 10 75 fyri nærri kunning.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00