Sjovarkommuna

Selatraðardagur

11121512 10152984468876914 9148457957482421475 o
Nógv fólk høvdu leitað sær til Selatraðar

 

So er Selatraðardagurin 2015 farin afturum

Ååå den deiligi dagur.
Veðrið kundi verið betri, men tíbetur høvdu vit eini góð hølir at hugna okkum í.
Rúni bjóðaði øllum vælkomnum, Lis, Sóleyð, Sanna og Tórhild høvdu gjørt allan matin kláran.. og nógv fólk møttu upp í góðum hýri.
Max fortaldi ymiskt um bygdina, og vit fóru túr runt við honum, fyrst í kirkjuna og síðan í gamla skúlan..
eftir tað var ein góður kakubiti á skránni áðrenn farið var í kirkju, eftir tað bleiv so grillað, Rúni og Kári mundu vera nakað heitir av grillini, ið kom uppá 600 gradir tá hon var heitast.
Men pylsurnar og búffarnir gagnaðust væl.
Ætlaða kvøldsetan uppi í amfiteatrinum bleiv broytt til bara vera niðri á smolstøðini orsakað av tí váttliga veðrinum. Johan Karl var so væl upplagdur sum aldrin fyrr tá hann fortaldi, hvussu spennandi sexual undirvísningin, tey fingu í skúlanum í 50´unum, var.
Hannelena, Elisabeth, Páll og Asbjørn søgdu nøkur góð skemtilig orð, og Jóan Karl og Óli endaðu ta við einum reinum stand-up komediu.

Ragnar spældi harmoniku sum fekk sangin at glíða væl.. tær syngjandi kokkarnir dansaðu garvilt, tær fara sikkurt til x-factor næsta ár.. ljóðið riggaði deiliga væl við góðari hjálp frá Niels.
Simona hevði prentað nakrar myndir út fyri okkum, fólk hildu, tað var øgiliga stuttligt síggja gamlar myndir av Selatrað, og fólkum sum ikki eru ímillum okkum longur.
Vit endaðu við tónleiki og dansi.
Kl. 19 fóru Rúni, Sóleyð, Lis, Sanna og Tórhild at rudda, og tað var so Selatraðardagurin á hesum sinnið.
Vónandi finna vit útav at skipa fyri einum tílíkum degi aftur... ein stór tøkk til skótarnar fyri hølini og hjálp á staðnum.
Túsund takk fyri, at tit møttu upp og gjørdu dagin ógloymandi.

Kelda: Rúni Poulsen

Nógvar myndir frá degnum eru at síggja á myndasavninum

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00