Sjovarkommuna

Lærarar til Stranda skúla

lærari
at byrja 1. august

 

 

Lærarastørv í Stranda skúla

Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2015.

• Trý tíðaravmarkað størv skúlaárið 2015/2016 vegna lærara, ið fer úr starvi, farloyvi, niðursetta tíð og avlopstímar.

• Eitt lærarastarv, ið fatar um undirvísing í støddfrøði, teldu, vera telduvørður og kunna undirvísa í ítrótti fyri dreingir.
• Eitt lærarastarv, ið fatar um undirvísing í hádeildini í støddfrøði, føroyskt, heimkunnleika og ítrótti fyri gentur.
• Eitt lærarastarv, ið fatar um undirvísing í byrjanar¬deildini, sum fevnir um 1. til 3.flokk, har læraratoymið í felag hevur ábyrgd av deildini.

Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
• halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
• eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum


Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum tíðaravmarkað størv fyri skúlaárið 2015 – 2016.

Umsóknir Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,
Hans Petur Jacobsen,
Strandatún 17,
490 Strendur,

í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. juli 2015 kl. 16.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 474042 ella tlf. 232740.

Stranda skúli hevur komandi skúlaár um 130 næmingar og um 17 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/str

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00