í Los Angeles 25. juli - 2. aug.
Special Olympics World Games Los Angeles 2015
7.000 íðkarar og 3.000 venjarar umboða 177 lond í Special Olympics World Games í Los Angeles.
30.000 sjálvboðin hjálparfólk og 500.000 áskoðarar.
Hetta er tað, tey vænta sær, tá leikirnir, sum verða heimsins størsta ítróttartiltak, verða í Los Angeles í døgunum 25. juli – 2. aug.
Og mitt í rokanum er okkara Joanna.
Hon skal saman við René Thomsen umboða Føroyar í boccia.
Vit fara at fylgja væl við og ynskja tykkum góða eydnu Joanna og René,
og gleða okkum at fáa myndir úr Los Angeles.
Tað ber til at fylgja við á www.la2015.org, Facebook, Twitter og Instagram.