Special Olympics World Games

Joanna Poulsen
í Los Angeles 25. juli - 2. aug.

 

 

Special Olympics World Games Los Angeles 2015

7.000 íðkarar og 3.000 venjarar umboða 177 lond í  Special Olympics World Games í Los Angeles.

30.000 sjálvboðin hjálparfólk og 500.000 áskoðarar.
Hetta er tað, tey vænta sær, tá leikirnir, sum verða heimsins størsta ítróttartiltak, verða í Los Angeles í døgunum 25. juli – 2. aug.

Og mitt í rokanum er okkara Joanna.

Hon skal saman við René Thomsen umboða Føroyar í boccia.
Vit fara at fylgja væl við og ynskja tykkum góða eydnu Joanna og René,
og gleða okkum at fáa myndir úr Los Angeles.

Tað ber til at fylgja við á www.la2015.org, Facebook, Twitter og Instagram.