Sjovarkommuna

Bøta um korini hjá barnafamiljum

familja
Lógaruppskot sent til hoyringar

 

Nú verður enn eitt átak sett í verk til at bøta um korini hjá teimum barnafamiljum, sum hava trong fíggjarlig kor. Almannamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um familjuískoyti til familjur við lágum inntøkum.

Umboð úr øllum politisku flokkunum hava saman við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, seinastu tíðina umrøtt møgulig tiltøk, ið kunnu setast í verk til tess at basa fátækradømi í barnafamiljum. Lógaruppskotið um familjuískoyti er eitt úrslit av hesum arbeiði.

Tað hava serliga verið stakir uppihaldarar, sum hava verið tiknir fram sum ein bólkur, ið hevur trong fíggjarlig kor, men tað eru eisini pør við børnum, sum í Føroyum hava eins trong fíggjarlig kor sum stakir uppihaldarar. Tí verður familjuískoytið ikki einans eyðmerkt til støk við børnum.

Tað verða serliga lesandi, og støk, ið arbeiða niðursetta tíð, sum fara at fáa høgt ískoyti, men tað eru eisini aðrir samfelagsbólkar, ið hava lágar inntøkur, sum eisini fara at fáa familjuískoyti.

Lógaruppskotið, sum eftir ætlan verður lagt fyri Løgtingið stutt eftir ólavsøku, er nú sent avvarðandi pørtum til ummælis.

Freistin at gera viðmerkingar er 12. august 2015.

 

kelda: www.vp.fo

 

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00