Sjovarkommuna

Richard skrivar um Sjóvar kirkju

Sjóvar kirkja

 

Hetta skrivar Sosialurin 27. okt. 1984:

 

Sosialurin 27. okt. 1984

Núverandi kirkjan

Tað er reiðiliga nógv skrivað um hesa kirkju, og eg dugi tí  ikki at síggja nakað endamál í at skriva tað eina ferð afturat. Eg vil tí nýta høvi til at draga okkurt fram, sum ikki hevur verið nevnt fyrr og gera onkrar viðmerkingar til tað, sum aðrir hava skrivað.
Um Sjóvar kirkju er skrivað í m.a:
• “De danske kirker”, bind 19   Erik Horskjær
• “Danmark”, bind 13 (Sverre Dahl)  J. P. Trap
• Kirkjutíðindi nr 7, 1934   Jákup Dahl
• Kirkjutíðindi nr. 1, 1960   Chr. Høj
• Kirkjutíðindi nr. 1, 1975   Petur M. Rasmussen
• Kirkjutíðindi nr. 7-8, 1975   Sverre Dahl
• Kirkjutíðindi nr. 11-12, 1975   Daniel Bruun

Í 1834 verður farið undir nýggja kirkju á Strondum. Orsøkin er, at tann gamla er vorðin ov lítil.
Í kirkjusýnunum frá 1830 verður sagt: “Kirken befandtes at være for liden for Menigheden”, og í 1831: “Kirken har den væsentlige Mangel, at den er for liden for Menigheden”.
Harafturat stendur, at kirkjan er í góðum standi.

Tað kann tí vera vert at kanna, hvussu nógv fólkatalið er vaksið í Sjóvar sókn.
Tað var ein fólkateljing í februar 1801 og ein í august 1834. Í 1801 sær soleiðis út:

Strænder: 26 hús við 106 fólkum
Selatræ: 10 hús við 51 fólkum
Skaale:  14 hús við 66 fólkum
íalt:  50 hús við 223  fólkum

og í 1834:
Strænder: 26 hús við 147 fólkum
Selatræ: 10 hús við 60 fólkum
Skaalebotn: 3 hús við 17 fólkum
Skaale:  20 hús við 99 fólkum
íalt:  59 hús við 323 fólkum

Tað er sostatt ein vøkstur upp á 100 fólk, ella 44,8%.

Úr contra bók fyri Nes sóknar prestagjald, viðvíkjand Sjóvar kirkju:
11. aug. 1934: Til Augustinus og Berent Simonsen Strænder for tømmerarbejde ved Sjov Kirke: 16 rbd., 64 shillinger.
25. sep. 1834: Til Smed Michelsen efter Regning: 5 rbd., 80 sh. 30. sep. 1834: Povel Povelsen Skaale efter dito: 16 rbd., 80 sh.
30. sep. 1834: Jacob Bærentsen for 50 dages tømmerarbejde ved Sjov Kirke, og Hans Jacob Jacobsen 77 dages: 44 rbd., 24 sh.
9. okt. 1834: Augustinus Simonsen og Berentsen af Strænder ligeledes for tømmerarbejde ved sidstmeldte Kirke: 37 rbd., 88 sh.
10. okt. 1834: Kirkeværge Thomas Jacobsen Strænder for tømmer- og smedearbejde ved dito: 34 rbd.
23. okt. 1834: Til Jaob Andersen Sydgøthe for 74 dages tømmerarbejde ved Sjov Kirke á 36 sh., dito for smedearbejde efter regning: 28 rbd., 80 sh.
15. des. 1834: verður hildin aktión yvir gamalt timbur og nævur við Sjóvar kirkju.
17. des. 1834: keypir Sjóvar kirkja 5 pottar vín.

Menninir, ið hava arbeitt uppá Sjóvar kirkju 1834 eru sostatt hesir:
Augustinus Simonsen, Strendur
Berent Simonsen, Strendur
Thomas Jacobsen, við Sjógv Strendur
Povel Povelsen, Skála
Jacob Andersen, Syðrugøtu
Jacob Bærentsen ?
Hans Jacob Jacobsen ?
Smed Michelsen ?

Augustinus, ella Aggusteinus, sum hann varð nevndur, og Berint vóru brøður. Eftir fólkateljingini er Berint 44 ár og Aggusteinus 58 ár. Teir eiga báðir son, ið verður nevndur Sínum. Sonur Aggusteinus er vanførur og er heilt tilkomin, tá hann verður konfirmeraður, orsakað av, at hann ikki kann koma í kirkju. Hann verður konfirmeraður heima. Í 1834 er hann 21 ára gamal, og hann doyr ungur. Símun, sonur Berint, er 8 ára gamal í 1834, so vit kunnu helst siga, at hvørgin av hesum báðum hevur verið við at smíða kirkjuna, sum onkur hevur hildið.

Thomas Jacobsen er 71 ára gamal í 1834. Jacob Andersen úr Syðrugøtu hevur verið við at smíða Sjóvar kirkju. Hetta man vera sami maður, sum stendur sum byggimeistari fyri Funnings kirkju, tá hon verður bygd í 1847.
Michelsen finst á Strondum um hetta mundi, men hetta eru ov ringir upplýsingar til at siga, hvør tað er, ella um tað í heila tikið er strandingur.
Hvørjir Jacob Bærentsen og Hans Jacob Jacobsen eru, veit eg ikki, strandingar eru teir í hvussu so er ikki. Chr. Høj nevnir í Kirkjutíðindi nr. 1, 1960, ein Jákup á Selatrað. Men tað er eingin, ið nevnist so við fólkateljingarnar í 1801, 1834 ella 1850, heldur eingin á Selatrað eitur Berint, so eg hugsi ikki, at Jacob er av Seltrað.
Nakað annað, sum er áhugavert, er, at Dávur Petersen í Miðgerði í Kollafirði ikki er nevndur at hava fingið løn fyri arbeiði við Sjóvar kirkju. Hann, sum hevur havt æruna av at vera byggimeistari av hesi kirkju. Í fólkateljingini 1834 er hann ikki nevndur á Strondum, men í Kollafirði, har tað verður sagt, at hann hevur verið “på besøg i Danmark”. Eftir hesum at døma er hann ikki komin til Strendur enn. Hann kemur annars til Strendur orsakað av jørð. Hesin Dávur ella Dávid er farbróðir Sámal Petur í Fuglafirði. Børnini hjá Dáva hava eftirnavið Midjord. Annars havi eg hoyrt onkran tosa um, at Dávur ikki tók løn fyri arbeiði við kirkjuna, men tað trúgvi eg ikki reiðiliga, serliga tá hann er avbygdamaður. Í aðrar mátar var Dávur Petersen hegnismaður. Hanna handlaði niðri á Høvdanum til 1874.
Við at samanbera teir menninar, ið eg her havi funnið fram til, og teir, ið P.M. Rasmussen nevnir, sæst fyri tað fyrsta, at vit ikki hava nýtt somu keldur, tí lønin er ikki heilt eins. Fyri tað næsta nevnir hann ein Winther, sum ikki stóð nevndur í Contrabókini. Tá tað kann koma fyri, so kunnu vit spyrja, um Dávur kann hava verið við og kortini ikki bókførdur.

Richard Johansen

Richard Johansen á Strondum hevur skrivað Sjóvar kirkjusøgu og sigur um hetta arbeiðið:
“Tá eg gekk á Føroya Læraraskúla skrivaði eg uppgávur um Sjóvar Kirkjusøgu.
Tá núverandi kirkja fyllir 150 ár í heyst, hugsaði eg, at tað kundi verið upp á sítt pláss at sett tað upp á prent.
Tilfarið havi eg fingið við at gjøgnumganga roknskaparbøkur og fólkateljingar á Skjalasavninum.
Hannefía hjálpti mær at lesa, tá eg ikki dugdi sjálvur. Hilmar Kass og Carl Andreasen hava eisini hjálpt mær.
Aðrar skrivligar keldur er nevndar í greinini.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00