Sjovarkommuna

Løgtingsval týsdagin 1. sep.

 

folkatingsval201101
Umsókn frá føroyingum undir útbúgving uttan fyri Føroyar, skal vera kommununi
í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. aug. 


 

 

Løgmaður hevur útskrivað val at verða 1. sep.

Kunning til tykkum, sum eru undir útbúgving uttanlands og ynskja at velja:

 

            

Kunngerð nr. 137 frá 23. september1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 24. mars 1998

Við heimild í § 8 a í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

 

§ 1. Veljarar, ið koma undir § 2 a í lógini, verða eftir áheitan upptiknir á vallistan í teirri kommunu, har teir seinast hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum.

Stk. 2. 1)Tað er ein treyt fyri upptøku á vallistan, at veljarin hevur sent inn umsókn eftir reglunum í §§ 2-4 og at avgerðin um upptøku á vallistan er tikin í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

§ 2. Umsóknin, ið skal vera dagfest og undirskrivað av umsøkjaranum sjálvum, skal innihalda upplýsingar um veljarans

1)   fulla navn,

2)   føðingardag,

3)   fardag úr Føroyum,

4)   seinasta bústað í Føroyum, fráboðaður fólkayvirlitinum,

5)   bústað uttan fyri Føroyar og

6)   grundina til tilhaldið uttan fyri Føroyar.

§ 3. Veljarar, ið koma undir § 2 a í lógini, skulu senda umsóknina á formála (umsóknarblað), ið er viðheftur hesi kunngerð sum skjal. Umsóknarbløð fáast frá Landsskrivstovuni, kommununum og føroysku viðskiftastovunum.

§ 4. Avgerðir um upptøku á vallistan eru galdandi í 2 ár frá avgerðardegnum at rokna.

Stk. 2. Sendir veljarin áðrenn 2 ára tíðarskeiðið er úti inn nýggja umsókn um nýggja upptøku á vallistan, verður tíðarskeiðið framlongt, til avgerð er tikin í málinum.

Stk. 3. Verður avgerð um nýggja upptøku á vallistan tikin áðrenn 2 ára tíðarskeiðið er úti, verður tíðarskeiðið stytt, soleiðis at avgerðin um nýggja upptøku á vallistan er galdandi í 2 ár frá avgerðardegnum.

Stk. 4. Avgerðir um upptøku á vallistan av veljarum, ið koma undir § 2 a í lógini, detta burtur, tá iveljarin aftur boðar frá flyting til eitt fólkayvirlit í Føroyum.

§ 5. Avgerðir hjá kommununum um upptøku á vallista av veljarum, ið koma undir § 2 a í lógini, skulu fráboðast Landsfólkayvirlitinum, sum førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

umsóknarblaðið kann heintast her

 

 

 

 

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00