Sjovarkommuna

Joanna Olympiskur meistari

11830892 10204475473191584 2032308298 n
glaðir gullvinnarar

 

Sum vit áður hava skrivað, er Joanna í hesum døgum í Los Angeles har hon, saman við René Thomsen, hevur kappast í boccia.
Og sigast má, at tey hava klára seg væl. Joanna og René vunnu nevniliga gull í kappingini fyri lið. 

 

Á Facebook síðuni hjá ÍSB skriva tey:

"Special Olympics World Summer Games 2015 endaðu í gjár. Endahátiðin var á LA Coliseum kl 18 L.A. tíð, og var hetta ein veitsla við m.a. orkestrinum O.A.R. og øðrum.  
Fyri okkara viðkomandi mugu vit siga, at leikirnir hava verið væleydnaðir.  Vit hava gist og etið væl, og tað hevur verið lætt at sleppa til og frá ymisku kappingarplássunum.  Allastaðni vit eru komin, hava fólk tikið væl ímóti okkum, og tikið sær væl av okkum.

Ítróttarfólkini hava vant trúliga fram ímóti leikunum.  Góðir venjarar hava tikið sær av teimum, bæði frá ÍSB, og frá feløgunum Svani, Smæruni, Kvøldskúlunum, Havnar Svimjifelag, Hvirluni og AB

Í dag byrjar heimferðin, og um alt vil væl til lenda vit í Vágum týskvøldið uml. kl 20:20

Við í bagasjuni hava vit.  4 bronsuheiðursmerkir  5 silvurheiðursmerkir  og 2 gullheiðursmerkir  og eina rúgvu av upplivingum.

ÍSB takkar øllum venjarum, stuðlum, myndugleikum, feløgum, privatfólki, avvarðandi, hjálparfólki og øðrum ið hava gjørt tað møguligt hjá hesum fyrimyndarligu ítróttarfólkum at luttaka í heimsins stórsta ítróttartiltaki í 2015."

Vit ynskja Joannu og øllum hinum hjartaliga til lukku við frálíku úrslitunum.

Myndir, sum Bergljott Poulsen hevur tikið, eru at síggja á myndasavninum

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00