Sjovarkommuna

Brævatkvøður til Løgtingsvalið 1. sep.

IMG 4240
Reglur um atkvøðugreiðslu við brævi

 

 

XII. Atkvøðugreiðsla við brævi.

§ 35. 3) Veljarar, ið ynskja at velja, men sum valdagin ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum at greiða atkvøðu, herundir sjófólk, sjúk og onnur, ið ikki hava møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum valdagin, kunnu greiða atkvøðu við innsending av brævatkvøðu eftir reglunum í §§ 36-43.

§ 36. 3) Veljarar, sum staddir eru í Føroyum, kunnu greiða atkvøðu á einum fólkayvirliti, eisini í heimstaðkommununi, har veljarin stendur á vallista. Sjófólk kunnu eisini atkvøða hjá einum mynstringarstjóra. Veljarar, sum ynskja at greiða brævatkvøðu eftir kapittul XII, skulu, um hetta verður mett neyðugt, vísa nøktandi samleikaprógv.

Stk. 2. 3) Veljarar, ið liggja á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni ella eru undir læknaviðgerð heima, kunnu greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum, ella hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum álítandi persónum, sum báðir skulu hava við sær samleikaprógv umframt útnevningina.

Stk. 3. Veljarar, ið sita í varðhaldi, kunnu greiða atkvøðu hjá løgregluni.

Stk. 4. 3) Veljarar, ið staddir eru uttanlands, kunnu greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Stk. 5. Veljarar, ið staddir eru í hinum partinum av ríkinum, kunnu greiða atkvøðu á støðum, sum har vera nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi.

Stk. 6. Sjófólk kunnu greiða atkvøðu umborð á viðkomandi skipi.

§ 37. Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlanda, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

Stk. 2. Atkvøðugreiðsla við brævi kann í seinasta lagi fara fram dagin fyri valdagin, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00