Sjovarkommuna

Skála aftur í EFFO-deildini

Skala

Við einum 1-0 sigri í gjárkvøldið á 07 Vestur,

sum annars lá á øðrum plássi í deildini undan dystinum, hevur Skála tryggjað sær luttøku í EFFO-deildini komandi ár. Jákup Johansen skoraði málið móti endanum av dystinum.

Tað resta heili 5 umfør av kappingini í fyrstu deild, men Skála er 15 stig fremst, og tey bæði næstu liðini, B68 og 07 Vestur, hava ein innanhýsis dyst eftir at leika, og tí er longu greitt, at Skála er flutt upp í EFFO-deildina.

Spennandi verður at fylgja Skála komandi ár. Liðið er í stóran mun sett saman av ungum lokalum leikarum. Flestu teirra hava eisini royndir frá EFFO-deildini fyri tveimum árum síðani, og eru nú búnaðir eitt ár aftrat. Skála stóð seg væl ta ferðina, og góvu hinum liðunum ein skarpan gang.

Sjóvar Kommuna ynskir Skála Ítróttarfelag hjartaliga tillukku við uppflytingini.

kelda: Runavík.fo

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00