Sjovarkommuna

StÍF: Vit skulu klára okkum betri í ár

stíf kíf
sigur Pole J. Hansen, venjari hjá monnunum

 

 

 

Um vikuskiftið fer FTZ-deildin í gongd, sum er landskappingin hjá monnum í manshondbólti. Fyrsti dystur verður leygardagin, og sunnudagin er næsti dystur á skránni,
tá fær StÍF vitjan av VÍF, VÍF vann greipuna seinasta kappingarár.

 

Vit hava sett Pola J. Hansen, venjara hjá StÍF nakrar spurningar.

Hvat vænta tit av kappingarárinum ?

-          StÍF endaði næstaftast seinasta kappingarár,  so vit kunnu bara yvirraska, alt omanfyri  seinasta kappingarár, er góðtikið.


Hvat er tykkara mál ?

-          Vit hava ikki sett okkum annað mál, enn at gera tað betur enn seinasta kappingarár.


Hvat er tykkara besta vápn ?

-          Okkara vápn skal vera góðir málmenn og  skjótt  spæl.


Hvørji lið vænta tit fara at kappast um FM-heitið?

-          Eg má siga, at eg veit ikki, havi ikki sæð KÍF og Team Klaksvík. Tá eg sá Kyndil vóru teir illa mannaðir. Men helst verður tað H71 og Kyndil.


Hvussu sær tykkara hópur út ?

-          Vit hava næstan sama hóp sum seinasta ár, eina góða blanding av eldri og ungum spælarum. Steinar Prestá og Eyðfinn Poulsen eru farnir til Danmarkar í lestrarørindum.


Vit hava fingið ein grønlenskan  málmann, sum eitur Isak Olsen. Eisini eru  Borgar Danielsen og Jákup Berthelsen byrjaðir aftur,  og so er tað tilgongd av ungum spælarum.

 

kelda: www.jn.fo

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00