Sjovarkommuna

Temakvøld á Høvdanum

12032842 403711329818479 2895804044387397116 o
Jógvan Andreasen fortaldi um fólkini í Høvdanum

 

 

Sjóvar fornminnafelag skipaði í gjárkvøldið fyri temakvøldi í turkihúsinum á Høvdanum.

Jógvan greiddi frá fólkum og virksemi á Høvdanum.


Billede10
Pápi Jógvan, Kristian, ella Gigga, sum hann var róptur, var ættaður av Høvdanum.

Har vaks hann upp saman við fimm systrum:
Katrine Elisabeth (Bette), Oluffu, Sannu, Salomu og Petru.

Jógvan var sjey ára gamal tá hann misti mammuna, og kom saman við beiggjanum, Frits,
at búgva hjá ommuni og abbanum á Høvdanum. Triði beiggin, John, vaks upp hjá
ommuni og abbanum á Toftum.

Jógvan greiddi frá, hvussu smádrongurin upplivdi lívið á Høvdanum. Har var nógv virksemi,
handil var í húsinum, og har komu skipsmenn at mynstra, so nógv fólk kom á gátt. Umframt at vera
handilsmaður, hevði abbin onnur álitisstørv.

Undir krígnum búðu nógvir eingilsmenn á Strondum, og teir komu regluliga á gátt á Høvdanum.

Bette, sum hevði gingið á handilsskúla í Danmark, hjálpti nógv til í handilinum, og har kom hon í
samband við nógv fólk. Bette dugdi væl at siga frá, og rúnarbant lítla dreingin við sínum søgum, sum
hon kundi gera so livandi, at ein heilt livdi seg inn í søgurnar.
Jógvan fortaldi, at tá Bette fylti 90 hevði ein sølumaður fortalt, at Bette, sum kundi vera eitt sindur bersøgin, segði, at "tað eru tvey
fólkasløg, sum eg ikki kann tola. Tað eru agentar og babtistar."
Hesin sølumaður hevði tá sagt, at hann var bæði, so visti ikki, hvat hann skuldi halda um tað.

Eitt sera hugnaligt og væl eydnað kvøld á Høvdanum.

Les meira um handilin og virksemi á Høvdanum í greinini hjá Ragnari her.

Myndir frá kvøldinum eru at síggja á myndasavninum

 

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00