Sjovarkommuna

Sløkkiliðsmenn heiðraðir

Sløkk. í 40 ár5
samfull 40 ár í sløkkiliðnum
frá vinstru: Jóannes Lamhauge, Runavík - Andras Hansen, Skála - Ólavur Berg – Skála,
Petur Chr. Rasmussen, Skála – Kaj Olsen, Skála – Hilmar Joensen, Skála 
Eiler Hansen, Nes og Dánial Poulsen Lamba

 

Trúgvir tænarar

Tað er nokk ikki so óvanligt, at persónar fáa ein heiður fyri serliga drúgt arbeiðið á sama arbeiðsstað.
Heldur óvanligt man tað vera, at “Dronningens fortjenestemedalje i sølv” verður latin til átta sløkkilðsmonnum,
sum hava verið í tænastu í meira enn 40 ár.

Kommunurnar um Skálafjørðin sóu - í 1974 - tað neyðuga í at skipa sløkkilið, eftir at tað fleiri ferðir í sjeyti árinum høvdu verið eldar
og óhapp og kommunurnar onga skipaða tilbúgving høvdu.
Á felags fundi 4. september 1974, var semja um at arbeiða við at fáa eitt felags sløkkilið fyri tær 4 kommunurnar,
Skála-, Sjóvar-, Nes-  og Runavíkar kommunu.

10. mai 1975 er komið so mikið áleiðis, at táverandi brunanevnd avgjørdi, at hvør kommuna sær skuldi útnevna sløkkiliðsmenn í eitt felags sløkkilið,
sum skuldi nevnast Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið.

Kommunurnar gjørdu skjótt av, og áðrenn mai mánaði var av, vóru sløkkiliðsmenn útnevndir og útgerð og brandbilur bílagt.
Millum hesar sløkkiliðsmenn, sum tá vórðu útnevndir, eru átta enn til dystin fús, og hava verið í fleiri enn 40 ár.  

Sigast má, at hesir hava verið trúfastir í fólksins tænastu, útyvir tað vanliga.

Væl av sløkkiliðsfólki og familju var samla til hátíðarhaldi í kantinuni í Løkshøll í dag, har formaðurin í Tilbúgvingarnevndini, Jóhannes Danielsen,
prýddi teir við stóra heiðrinum “Dronningens fortjenestemedalje i sølv”.

Sjóvar kommuna takkar fyri trúgva tænastu og ynskir tykkum til lukku við heiðrinum.

myndir frá hátíðarhaldinum eru at síggja á myndasavninum

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00