Sjovarkommuna

Eg svav í fimtan tímar

15. apríl 20031
tá menninir hjá StÍF endiliga vórðu Føroyarmeistarar,
sigur Henry Jarnskor

 

 

 

Eg svav í fimtan tímar


Sosialurin 27. aug. 1999 – Sveinur Tróndarson


Hondbóltur: - Tað er hart at liggja í toppinum, sigur Henry Jarnskor á Strondum, sum svav í fimtan tímar eftir at StÍF hevði vunnið FM heitið í vár.
So avmaktaður var hann. Og hann er stoltur av, at “dreingirnir” í dag royna seg í evropeiskum hondbólti.
Føroyskur ítróttur er í eini serstøðu. Landið er lítið og nógv av teimum, sum íðka ítrótt ganga aftur. Tey spæla fótbólt sum summari og hondbólt ella flogbólt um veturin.
Soleiðis plagdi tað í hvussu er at vera áðrenn pengar komu upp í leikin. Nú er tað kanska eitt sindur ørðvísi.
Men aftanfyri feløgini standa og hava staðið fólk, sum veruliga hava brúkt eina ófatuliga rúgvu av tíð til felagsarbeiði. Uttan samsýning, men við eini ófatuligari gleði hvørja ferð.
Ein slíkur maður býr á Strondum. Hann er ikki strandingur av uppruna, men hann er líka nógv strandingur fyri tað, og kanska meir enn teir flestu.
Hesin maðurin eitur Henry Jarnskor, føddur í Gøtu og giftur út á Strendur í 1960, og frá tí degi strandingur, StÍF-ari og so sjálvandi eisini Gí-ari. Tað hvørvur ongantíð, sigur hann.

Tey, sum kenna Henry, ella tey, sum kenna bara eitt evarska lítið sindur til hondbólt vita, at Henry er tað sum í útlondum verður kallað ein inkarneraður StÍF-ari.
Hann hevur nú í nógv ár livað og andað fyri StÍF, bátin og familjuna í á leið hasi raðfylgjuni. Hann hevur verið formaður í fleiri harrans ár, og nú hann ikki er formaður meir, er hann við í sponsorbólkinum. Men eisini tað arbeiðið fer at nærkast endanum.
-Ja, sigur hann, og sær heilt keddur út við tankan.
-Tá hetta árið er farið, so eri eg ikki við í tí meir, sigur hann.

Ungdómsarbeiðið var orsøkin
Tey, sum vita, hvør Henry er, vita eisini, at hann er ikki júst prototypan upp á ein hondbóltsspælara. Tað viðgongur hann eisini, men sigur, at tað er ikki neyðugt fyri at gera eitt positivt arbeiði.
-Eg havi spælt eitt evarska lítið sindur á Oyruni í Gøtu, tann tíð tað var, men tað var eisini alt. Men tað var ikki orsøkin til, at eg fór upp í StÍF. Eg fór upp í, tí eg helt, at tað ungdómsarbeiðið var slept upp á fjall,
sigur Henry og fer at telja árini, har hann á ein ella annan hátt hevur havt við StÍF at gera.

Hann puffar og sigur: -Ojøssus, eg eri blivin so gamal at  eg minnist ikki, um tað var í 1966 ella 1967.
Líkamikið við tí, hann hevur í øllum førum verið upp í felagsarbeiðinum á Strondum í nógv ár, men kortini vil hann ikki hoyra talan um, at tað er hann, sum eigur rós uppiborið.
-Vit kunnu einki gera einsamøll. Vit mugu hava hjálp frá eini rúgvu av fólkum, og tey hava øll verið ótrúliga skjót at taka eina hond við okkum herinni, sigur Henry Jarnskor.
Kortini heldur hann, at tað er uppá sítt pláss, at nevna tvey nøvn, sum eins og Henry hava verið vavd upp í hondbólt í StÍF í nógv ár.
-Tak til dømis Suna Danielsen og Jústines Justinussen. Teir hava kastað alt frá sær, fyri at taka eina hond í við okkum, og uttan teir hevði StÍF ikki verið komið so langt sum tað er í dag.


Tey mest negativu eru í dag mest positiv
Tá farið verður undir nakað nýtt, so slepst ikki undan, at onkur setir seg upp ímóti nýskapanunum. Orð, sum best man vera sum er, ella hvat skal hatta nú til, eru ofta á lofti og teimum eru Henry og hini í StÍF heldur ikki sloppin undan.
Mitt í 80-árunum vóru strandingar komnir so langt, at teir sóu, at tað bar ikki til at fáa eitt gott 1. lið um ikki ungdómsarbeiðið var grundin undir tí. Tað vil siga, at farast skuldi undir eina langtíðarætlan, har tað kundi taka nógv ár, áðrenn “úrslitið” sást.
“Úrslitið”, sum er eitt FM-heitið í fyrstu deild.

Í 1986-87 fór StÍF so undir miðvíst hondbóltsarbeiði við 6. flokkunum á Skála og á Strondum. Fyri at sleppast skuldi undan koyringini, so vandu strandabørnini á Strondum, meðan skálabørnini vandu á Skála.
Lagaligt og einastandandi skilagott, tá hugsað verður um, at so sluppu foreldrini frá at koyra við børnunum hvønn dag.
-Men tað vóru nógv sum vóru ímóti tí og hildu okkum vera býttar ella ørar. Tey hildu, at tað var fullkomuliga óneyðugt at byrja málrættað ungdómsarbeiði longu tá, sigur Henry, men hann skundar sær at leggja afturat:
-Tey, sum vóru mest negativ tá eru tey mest positivu í dag.

FM heitið í fjør var málið
Tað vísti seg tó rættiliga skjótt, at skeptikararnir á Strondum og á Skála vóru teir, sum vóru á skeivari leið. Smátt um smátt byrjaðu ungu StÍF-leikararnir at gera um seg, og tað vardi ikki so leingi áðrenn fyrsta FM-heitið var í hús í yngri deildum.
-Soleiðis er tað nú einaferð. Men tað er júst tað, sum er ætlanin við tí. Tey skulu byrja tíðliga, og tað skal gerast frá grundini. Tey hava havt góðar venjarar og hava lært hondbóltsspælið frá fyrsta bókstavi.
Nú eru tað tey, sum eru stjørnurnar, tí FM-liðið, sum gjørdist meistari í fjør byggir á tað ungdómsarbeiðið, sum byrjaði í 1986-87, sigur Henry.
Og hann ivast ikki í, at StÍF fer at halda seg í topinum í nógv ár enn.
-Vit eiga eina rúgvu av evnaríkum leikarum eftir enn, sum ikki eru komnir har upp, og tað eru nógvar stjørnur ímillum.
Henry vísir tó á, at tað hevur so ótrúliga nógv at siga, at hava einstakar úrmælingar ímillum. Hesar veit mann ikki at mann hevur tá mann byrjar, men knappliga eru teir bara har.
-Tak til dømis John Petersen, sum nú er sáttmálabundin í fótbóltinum, og Artur Johansen. Tveir úrmælingar av Guðs náði. Tveir, sum altíð  hava dugað at gingið undan á vøllinum og tikið ábyrgd.
Tú veitst bara ikki at teir eru har tá tú byrjar. Tú byrjar við eini 60-70 spælarum, harav eini 10-15 hanga eftir. Um teir eru nóg góðir til at bera, tað veitst tú ikki, sigur Henry Jarnskor.

Púra útbrendur!
Tá kappingin var av í fjør, og standingar stóðu við FM-heitinum, steypi, heiðursmerkjum og øllum tí heiðri sum fylgir við slíkum heiti, tá gekk ein maður í høllini á Skála og hann visti ikki hvørjum beini hann skuldi standa á.
Fyrrverandi formaðurin, sum gongur so nógv upp í ítróttin, at tað gongur út yvir bæði puls og blóðtrýst, gekk kykur. Gleðin lýsti langa leið. Stóra smílið sum er so eyðkent og so røddin.
Endiliga varð sigurin heima, og endiliga kundi StÍF aftur kalla seg Føroyameistara í manshondbólti.
-Men sigurin tardi upp á kreftirnar, sigur Henry.
-Tá eg kom inn til okkara aftan á dystin, tá føldi eg sum var eg púra tómur innan. Øll luftin fór úr mær, tá eg kom inn í gongina. Eg gjørdi ikki mætari enn, at eg fór í song og eg svav í 15 tímar úr í eitt, sigur hann og situr í skelliláti.
Men hann kennir orsøkina til tað. Hann livir við lív og sál við í dystinum, at hann brúkar líka nógvar kreftir sum teir, sum spæla á vøllinum. Og tað er júst tað sama tá GÍ spælir fótbólt. Hann er púra villur, so spentur er hann.

Evropa Cup einasta rætta
Hóast bygdin er lítil og fólkagrundarlagið er ikki tað heilt sóra í evropeiskum samanhangi, so heldur Henry, at “dreingirnir” hava gjørt rætt at fara upp í Evropa Cup fyri meistaralið.
Hann heldur nevniliga, at spælararnir bæði tekniskt og taktiskt eru góðir, og at tað tí ikki skuldi verið tann stóri vandin við tí.
-Tapa teir, so er tað tí at hinir eru betri enn okkara menn, sigur Henry, men leggur afturat, at møguleikin fyri einum góðum úrsliti er altíð til staðar.
-Eg var í høllini í Vestmanna tá VÍF vann á rumenarunum á sinni. Tað var ein fantastisk løta, skal eg siga tær. Heilt ótrúligt, sum tað var stuttligt. Høvdu vit kunna upplivað tað sama her inni í dag, sigur hann og sendir nakrar tankar upp eftir.

Um tað fer at vera so mugu vit bíða til í kvøld at fáa at vita um. Vist er tað í hvussu er, at Henry, um læknin gevur honum loyvi til tess, fer at sita í høllini á Skála tá dysturin byrjar.
Sita er kanska eisini ov nógv sagt, tí hann er so øgiliga spentur, at hann stendur upp meginpartin av tíðini. Tað er eisini tí, at han skal hava játtan frá lækna til at fara til dystin.
-Blóðtrýstið sprakk avstað, og tí má hann máta tað og kanna eftir um eg havi tað nóg gott til at fara til hondbólt, sigur Henry Jarnskor.
Og sæst hann í høllini á Skála í dag, so mann hann í øllum førum vera tann einasti, sum møtir upp við resept upp á hondbólt frá læknanum.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00