Sjovarkommuna

30 ár á Vaðhorn

Vaðhorn 30 ára starvsdagar
nógvir tímar farnir í fisk

 

 

Tríggjar ferðir 30 ár á sama arbeiðsplássi

Fríggjadagin hátíðarhelt Vaðhorn Seafood á Strondum, at tríggjar av slóðbrótarunum á virkinum,  Jansy Brøðraberg, Sevilda Østerø og Rannvá Ósá, allar úr Skálafirði, hava arbeitt á virkinum í samfull 30 ár. Dagurin varð hildin í Bowlinghøllini í Leirvík.

– Fyrr lótu vit okkum í oljuklæði, fyri at vit ikki skuldu dálka okkum av fiskinum. Nú skulu vit í kittil og húgvu, fyri at fiskurin ikki skal dálkast av okkum, siga tær tríggjar við einum smíli, tá tær minnast aftur á fyrstu árini, eftir at Petur Reinert hevði opnað virkið í Turkihúsinum á Skála.

– Vit fingu løn, tá virkið fekk pengar, og tað kundu onkuntíð ganga einar seks vikur ímillum hvønn lønarseðil, men vit fingu altíð pengarnar, siga tær. Eisini minnast tær, at tær skóru lippur og kjálkar aftaná arbeiðstíð, fyri at virki kundi keypa knívar og annað.
Hetta arbeiðið var ólønt.

16 fólk arbeiddu á virkinum tey fyrstu árini, harav nógv tann størsti parturin var konufólk.

– Vit vóru í skipslastum og vit eru helst eisini fyrstu kvinnuligu saltfiskavrakarar í landinum, siga tær tríggjar.

– Vit høvdu ongan formann sum setti okkum til uppgávurnar. Vit ráddu sjálvar fyri, hvat vit gjørdu. Og arbeiðsdagurin var langur. Vit byrjaðu klokkan 7:30 um morgunin og arbeiddu vanliga til klokkan 10 á kvøldi. Tó høvdu vit 5 korter døgurðatíma.


Eiga sín part av virkinum

Virksemið er nógv vaksið hesi farnu 30 árini. Tá virkið flutti út á Strendur í 1992 vóru umleið 30 fólk í starvi og nú liggur talið millum 80 og 100.

– Tað at tú kanst fara á eina matstovu í Italia og keypa saltfisk hiðani, tað er nakað, sum vit kunnu vera stolt av, sigur Jansy. Tær tríggjar dylja ikki fyri, at tær síggja seg at eiga stóran lut í, at virkið er bygt upp frá grundini av, og av somu orsøk hava tær eina sterka kenslu fyri virkinum.

Stórt lop frá 30 til 40 ára hátíðarhald

Jansy útilokar ikki møguleikan, at hon um tíggju ár fer at kunna hátíðarhalda 40 ára starvsdag á virkinum og tað sama sigur Sevilda, sum tó viðgongur, at hon hevði ikki longur orkað at farið niður í eina skipslast. Rannvá roknar harafturímóti ikki við, at hon fer at halda 40 ára starvsdagin.

– Heilsan er ikki so góð sum hon einaferð var, men eg ætli at vera her so leingi sum eg kann, sigur hon.

– Hvar eru øll árini farin? spyr Jansy og hon svarar sjálv:

– Tey eru farin í fisk.    

 

kelda: www.in.fo
myndina hevur Helgi Abrahamsen tikið

 

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00