Sjovarkommuna

Teir vóru bert 60 metrar úr landi

Sjóborgin Fiskanes
sorgarleikur í Scrabster

 

1. november nærkast, og vit minnast tey, vit hava mist á sjónum.
í Sjóvar kommunu eru vit hart rakt, og okkara tankar fara til tey, ið hava mist.

Vit loyva okkum her at prenta greinina, ið stóð í Sosialinum 3. sep. 1994, tá Sjóborgin sakk beint uttan fyri Scrabster.

 


Teir vóru bert 60 metrar úr landi
Vanlukkan í Scrabster hóskvøldið, tá trolbáturin Sjóborgin av Strondum sakk, kravdi tvey mannalív.

Sjóborgin hevði saman við hinum bátinum hjá reiðarínum, Fiskanesi, verið í Scrabster og selt. Fiskanes fór úr Scrabster kl. 21:30, meðan Sjóborgin fór avstað góðan hálvan tíma seinni, kl. 22.10.
Stutt frá Scrabster hendi so tað, at Sjóborgin rendi á ein flúr og fekk so mikið av skaða, at hon fór at leka. Tað tóktist eftir øllum at døma ikki vera so álvarsligt, og roynt varð at sigla aftur til lands.

Koppaði bráliga
Losbáturin í Scrabster fór longu kl. 23 út ímóti Sjóborgini fyri at vera til hjálpar, um tað skuldi gjørst neyðugt.
Alt sá tó út til at ganga væl, men tá Sjóborgin var bert einar 60 metrar úr pierinum í Scrabster, koppaði hon brádliga og sakk beinanvegin.
Ein av manningini, ið taldi fýra mans, gjørdist fastur og fór niður við skipinum, meðan hinum trimum eydnaðist at koma av.
Losbáturin fekk bjargað tveimum teirra, men tann triði, ið royndi at svimja til lands, druknaði.
Tað er ikki so lætt undir umstøðunum at svimja til lands har, tí hóast bert einir 60 metrar vóru inn til pierin, var høgt at koma upp, tí flóð var, og langt er at svimja allan vegin inn til rampuna – nakrir hundrað metrar – har høgligari er at sleppa upp á land.
Hesa rampuna brúkar eitt nú Smyril, tá hann siglir til Scrabster.
Stutt eftir, at skipið var sokkið, varð líkið av manninum afturfunnið, og nakað seinni aftur var eisini líkið av honum, ið var farin niður við skipinum, funnið. Hetta hevur verið um midnáttarleitið.

Vánaligt sýnið var á leiðini
Teir, ið druknaðu, vóru Marnar Poulsen og Peter Andersen, meðan teir, ið bjargarðir vórðu, vóru Jóvan Páll Hammer og Petur Thomsen.
Um tað mundið, tá Sjóborgin rendi á flúrin stutt norðan fyri Scrabster, var sýnið vánaligt á leiðini – tjúkt var í mjørka og myrkt var eisini. Men annars var verðrið gott í sjónum.
Hin báturin, Fiskanes, fekk maskinskaða, meðan hann var á veg til Føroya, og teir vendu so aftur til Scrabster og vóru inni millum kl. 2 og 3 gjáranáttina.
Tá teir komu inn, vistu teir av ongum, at Sjóborgin var sokkin, so tað vóru ikki góð boð, ið teimum vóru borin gjáranáttina.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00