Sjovarkommuna

Gerhard Zachariassen, deknur

Gerhard Selatrað
Gerhard er deknur í Selatraðar kirkju



Gerhard Zachariassen, deknur


Søgan um hvussu hattvíkingurin Gerhard flutti úr brimplássinum Hattarvík og til kyrruplássið á Morskranesi fyri skjótt 40 árum síðani, er skjótt søgd og einfalt. Tað byrjar við, at bróðurin Zacharias Zachariassen finnur sær konu úr Morskanesi, hon eitur Emma og tað eydnast honum at fáa hana at flyta til Hattarvíkar og hon er enn húsmóður niðri í Húsi. Verri gekk hjá Gerhardi.
Hann gjørdist góður við Lizzy, systir Emmu. Honum eydnaðist ikki at fáa konuna Lizzy at flyta, og kanska er tað høvuðsorsøkin til, at hann enn býr á Morskranesi og hann letur ikki illa at. Familjan er víðkað frá tveimum og til átta, síðan hann kom á Morskranes, tvey børn og seks barnabørn. Gerhard var føddur í ófriðartíð og varð borin í heim annan juni 1944.

    -Eg havi altíð gingið í kirkju og eg havi verið virkin í kirkjuarbeiðinum her í mong ár. Eg varð valdur í kirkjuráðið í 1998 og sat í fýra setur, tá gjørdist eg sjúkur og fór frá . Eg havi verið fast deknur síðan 2008 og havi lisið, tá ið Jóan Karl hevur borist frá, sigur Gerhard.

    -Tað hevur nógv at týða fyri meg at vera kirkjutænari og fyri meg er tað avgjørt eitt kall. Og eg haldi, at vit eru røsk at ganga i kirkju her hjá okkum. Vit eru eini 10-15 fólk til eina vanliga gudstænastu og tað er ikki so lítið av teimum 50 fólkunum, sum búgva her. Og grønu skótarnir, sum halda til í Skótadeplinum eru raskir at ganga í kirkju, og tá ið teir eru her, er kirkjan full.
    
    -Hóast nógv ár i Eysturoynni verið eg verandi fugloyingur og hattvíkingur. Tað er nógv størri munur á at búgva á einum brimplássi og í einum kyrruplássi, enn fólk duga at ímynda sær. Nú er langt í millum. at eg vitji í Fugloy, men tað er ikki dagur, at eg ikki hugsi um heimbygdina og oynna. Tað var ein góður og spennandi uppvøkstur eg fekk í Hattarvík.

    -Eg havi verið hjartasjúkur og havi sukursjúku og tí ansi eg eftir mær sjálvum. Eg diggist rundan um húsini, gangi til fimleik og havi tað gott. Onkuntíð eru eg og sonurin á floti, sigur Gerhard Zachariassen.

Gerhard fór sum ungur til skips. Sigldi við klaksvíksbátum, eitt nú við línu við Polli og stóð enntá við vaðbeinið umborð á gamla Sigurfaranum. Seinnu árini hevur hann arbeitt á landi, eitt nú innan alingina á Selatrað.

kelda: www.folkakirkjan.fo

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00