Sjovarkommuna

Fundur í trivnaðarnevndini 28.06.2016


Møtt:  Lisa Frederiksberg, Anfinn Gærdum og Jens Kristian Rasmussen
Skrivari: Lisa      
Klokkan:21:30 – 22:32  


Mál nr.: 16-04-36
Reist av: Sjóvar kommuna
Viðgerð: Skúlabólkur
Arbeiðsbólkurin hevur havt sína framløgu um víðkaða tilboðið av skúlabólkinum fyri øllum kommunustýrislimum. Trivnaðarnevndin hevur ikki havt møguleika at viðgerða málið saman við arbeiðsbólkinum, men hevur framsett spurningar í samband við framløguna. Uppskotið frá arbeiðsbólkinum hevur lærara inn yvir 3 tímar um vikuna, 4 námsfrøðiligar fyrireikingar tímar til barnagarðin og 1 námsfrøðingur fylgir skúlabólkinum í 1.flokki. Út frá mettum tølum verður eykað kostnaðurin av skúlabólka tilboðnum í 2016 kr. 1.413,06 x 20 = 28.261,20 kr.
Uppskot var um at hækkað læraratímarnar upp til 6 tímar um vikuna. Trivnaðarnevndin er jalig men ikki á einum máli, hvørt tað er best at byrja við 3 ella upp til 6 tímum um vikuna. Trivnaðarnevndin mælir til at arbeiðsbólkurin tillagar tilboðið í samráð við politiska mynduleikan og ger kostnaðarmeting av hesum. Trivnaðarnevndin mælir til, at partarnir seta seg saman at eftirmeta tilboðið fyri 1.oktober.

Námsfrøðingurin fylgir ikki skúlabólkinum fyrr enn eftir summarfrítíðina 2017. Mettur kostnaður pr.d.d vildi verið 193,76 x 10 x 40 =  77.504 kr um árið, er viðkomandi á hægsta stigi.

Avgerð: Trivnaðarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá arbeiðsbólkinum við møguleika fyri víðkaðum læraratímar og heitir á fíggjarnevndina at finna neyðugu játtanina.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00