Sjovarkommuna

Tilmæli um samskipaða endurvenjing handað

endurvenjing
endurvenjingin skal samskipast millum heilsuverk, almannaverk og kommunurnar.






Arbeiðsbólkur mælir til, at endurvenjing verður uppraðfest øllum geirum. Somuleiðis hevur arbeiðsbólkurin gjørt uppskot til hvussu endurvenjingin skal samskipast millum teir tríggjar geirarnar heilsuverk, almannaverk og kommunurnar.

Landsstýriskvinnurnar við heilsumálum og almannamálum, Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen, settu í vetur arbeiðsbólk at gera regluverk um og seta í verk skipaða endurvenjing.

Málið við arbeiðinum hevur verið at tryggja, at borgarin upplivir endurvenjing sum eina samanhangandi tænastu uttan mun til, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina fyri ítøkiligu tænastuni og uttan mun til, hvør veitarin er.


Niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum er skipaðar í fimm yvirskipaði tilmæli:

1. Endurvenjing má raðfestast
Tað kann staðfestast, at endurvenjing innan allar geirar má raðfestast, til tess at borgarar skulu fáa eina nøktandi og samanhangandi tænastu. Serliga innan sjúkrahúsverkið mangla tilboð, og innan fleiri serøkið er eingin serkøn endurvenjing, men eisini almenna endurvenjingin í almannaverkinum og í kommunala geiranum má raðfestast hægri. Tað hevur stóran týdning at talan er um eina samskipaða raðfesting frá øllum pørtum. Hetta er ein fyritreyt fyri, at borgarar fáa eina samanhangandi tænastu.



2. Tilboðini hjá landinum skulu verða landsfevnandi
Endurvenjingartilboðið í Føroyum er í ávísum førum treytað av staðbundnum viðurskiftum ella hvar í landinum borgarin býr. Tað er umráðandi, at allir borgarar hava somu møguleikar fyri at fáa endurvenjing.


Fyri at tryggja, at borgarin og heilsustarvsfólk eru nóg væl kunnaði um, hvørji tilboð eru innan endurvenjing kring landið, hevur arbeiðsbólkurin, saman við fakfólki í skipanini, framleitt faldara, sum kann vera við til at tryggja, at borgarar fáa sama tilboð um endurvenjing, uttan mun til, hvar í landinum teir búgva.


3. Ábyrgdarbýtið millum heilsuverk, almannaverk og kommunur má gerast greiðari í lóggávu
Arbeiðsbólkurin ásannar, at tað helst verður sera torført at orða lóggávu, ið heilt greitt ásetir uppgávu- og ábyrgdarbýtið, so leingi talan er um tríggjar myndugleikar.


Arbeiðsbólkurin hevur gjørt uppskot til kunngerðir, ið skulu gera viðurskiftini greiðari í mun til endurvenjingina innan sjúkrahúsverkið og endurvenjingina innan almannaverkið.

Í høvuðsheitum skulu kunngerðirnar nágreina nærri, hvussu endurvenjingin innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið verður skipað. Harumframt leggja kunngerðirnar upp til ein leist við endurvenjingarætlanum og samskipan millum myndugleikar, sum ætlandi fer at hava við sær at borgarar frameftir uppliva at fáa eina meira skipaða og samanhangandi endurvenjingartænastu í Føroyum.


4. Serkøn endurvenjing á sjúkrahúsunum og almen endurvenjing á sjúkrahúsum, í almannaverkinum og kommunala geiranum
Bólkurin metir, at øll serkøn endurvenjing skal fara fram á sjúkrahúsunum. At fáa eina dygdargóða serkøna endurvenjing, er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at fáa eina samanhangandi endurvenjingartænastu. Harumframt veitir sjúkrahúsverkið endurvenjing við innleggjan og í ávísum førum ambulanta endurvenjing.


Almannaverkið hevur ábyrgd av at veita almenna endurvenjing, tá ið talan er um borgarar millum 18 - 66 ár, og endamálið er at fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og/ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá almannaverkinum.

Kommunurnar hava ábyrgd av at veita heimabúgvandi fólkapensjónistum endurvenjing, fyri at stimbra hesar til at kunna verða verandi í egnum heimi sum longst. Kommunurnar kunna eisini veita hesum borgarum samdøgursendurvenjing.


5. Samstarvið og samskiftið millum ymsu geirarnar má styrkjast við endurvenjingarætlan og samskipan
At fáa eitt skipa samskifti og samstarv millum geirarnar, er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at borgarin kann fáa eina samanhangandi tænastu.


Bólkurin mælir til, at ein endurvenjingarætlan fylgir við sjúklinginum/borgaranum, tá ið hann verður fluttur frá einum geira til annan. Hvør myndugleiki hevur ábyrgd fyri sínari endurvenjingarætlan, men álagt verður myndugleikunum at samstarva um endurvenjingarætlanina.

Samskiparar verða tilnevndir hjá teimum myndugleikum, ið skulu samstarva um viðkomandi sjúkling/borgara, ið ferðast millum geirarnar.

Tilmælið kann lesast her

kelda: www.portal.fo


Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00