Sjovarkommuna

Fyribyrgjandi heimavitjan

eldrasamrodur
borgarar, sum hava fylt 75, kunnu fáa heimavitjan




Fyribyrgjandi og heilsufremjandi heimavitjan
Borgarar, búsitandi í Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommunu, og sum hava fylt 75 ár, fáa einaferð um árið møguleika fyri eini “fyribyrgjandi heimavitjan”.
Økistænastan sendur bræv einaferð árliga fyrst og fremst til tey, ið ikki frammanundan fáa heimahjálp ella sjúkrarøkt.


Einum tørvar ikki at hava ávísar trupulleikar fyri at fáa hesa vitjan
• tygum gera sjálv/ur av, um tikið verður av tilboðnum um vitjan ella ikki
• vitjanin gongur fyri seg sum ein samtala í tygara egna heimi
• vitjanin varir í umleið ein tíma
• tann, ið vitjar, hevur tagnarskyldu


Endamálið við vitjanini er at kunna um fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk, sum kunnu vera við til at varðveita og menna tygara førleika,
soleiðis, at tygum kunnu vera trygg/ur og før/ur fyri at vera heima longst gjørligt.


Hetta gerst við
• at dentur verður lagdur á fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk
• at stimbra heilsu, førleika og trivna
• at binda um heilan fingur og stuðla um førleika og heilsu
• at smáir trupulleikar ikki vaksa
• at upplýsa um tiltøk og stuðulsmøguleikar
• at kanna blóðtrýst og blóðsukur


Fyribyrging í hesum føri er at forða fyri sjúku, at førleikin at røra seg verður varðveittur, at fremja góða heilsu og at menna tað, sum hevur týdning fyri heilsu og trivna tygara.

Hvør kemur á vitjan?
Tað verður ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum kemur at vitja


Samband:
Tygum eru altíð vælkomin at seta tygum í samband við Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
Mánadag -  fríggjadag, kl. 10:00 – 14:00, á tlf. 478200 ella við telduposti; Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.


Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum
Friðartún 1
620  Runavík

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00