Sjovarkommuna

Námsfrøðingur til Lítlafløtt

bygdahús og Lítlifløttur 004
søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 15. aug.




Námsfrøðingur til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum

Dagstovnurin Lítlifløttur søkir eftir einum námsfrøðingi, 24 tímar um vikuna. Talan er um eitt farloyvisstarv í frítíðarstovuni frá 15. august 2016  til 15. august 2017.

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið

Vit kunnu bjóða eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv á einum stovni, har tú saman við góðum starvsfeløgum, ert við til at byggja upp eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi.

Setanarviðurskifti:
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juli 2016, kl. 12 og sendast til: 

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490  Strendur

ella við telduposti á: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00