St.Í.F fær styrk úr Danmark

Ninna Katrin
Ninna Katrin verður við aftur



Ninna Katrin byrjaði tíðliga at spæla við St.Í.F., og í fleiri ár var hon ein av sterkastu spælarunum á kvinnuliðnum.
Fyri nøkrum árum síðani flutti hon til Danmarkar at nema sær útbúgving. Har møtti hon einum manni, sum hon nú eigur ein son saman við, og næsta barnið er á veg, og tey hava valt at seta búgv Danmark.
Men næsta kappingarár fer hon at spæla við St.Í.F aftur, sigur Alexandur Johansen, formaður, í samrøðu við Norðlýsið.

Tað verða eisini aðrar broytingar hjá St.Í.F næsta kappingarár.
- Vit fáa ein nýggjan danskan venjara, sum eisini kemur at hava ein leiklut í ungdómsvenjingini. Í hópinum missa vit báðar teir grønlendsku leikararnar, sum eru farnir aftur til Grønlands í víðari lestri.
Til felagið kemur ein nýggjur danskur málverji og annars verður tað nærum sami hópur, hóast onkur leikari er ivasamur í løtuni, sigur Alexandur Johansen.

- Enn er óvist, hvør verður venjari hjá kvinnuliðnum, sigur Alexandur Johnsen.

kelda: www.nordlysid.fo