at byrja 2. september
Søkt verður eftir vaskifólki til Stranda skúla at byrja 2. september ella skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin og verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Berg á tlf. 23 27 22.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 23. august, kl. 12:00, og skal sendast til:
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella sum teldupost á: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.