Sjovarkommuna

Borgarstjórin vakt á TeenStreet

borgarstjórin vakt
ymiskt er, hvat vit brúka summarfrítíðina til



Borgarstjórin vaktarmaður á TeenStreet.

Meðan vit ganga runt á økinum her á Teenstreet, síggja vit borgarstjóran í Sjóvar kommunu, Artur Johansen spáka runt í gulum vesti.
Vikan hevur hevur lært okkum, at tey, sum eru ílatin slíkar vestar eru í “Security Team” – teirra uppgáva er at vera vaktarfólk.

Vit spyrja Artur hvør hansara uppgáva er, og hann fortelur fyri okkum, at hann faktiskt heldur vakt um alt økið. Tað skal bæði ansast eftir, at ongin óviðkomandi kemur inn á økið,
men tað er sjálvandi eisini týdningarmikið, at skil er í inni á økinum.
Tað er sera umráðandi, at øll hava virðing fyri hvørjum øðrum. Ikki tí – alt gongur friðarliga fyri seg, so at vera vaktarmaður á Teenstreet er ikki so møtimikið.

Tá vit spyrja hann um vandarnar útifrá, nú tað tykist at gerast alt meira ótrygt í Europa, sigur hann, at tey sjálvandi eru gjørd var við hendan trupuleikan og hava tosað um hann.
Teirra skylda er fyrst og fremst at boða frá, um okkurt óvæntað tekur seg upp.

Tað tykist at vera ógvuliga gott skil í her, og eisini á hesum økinum hava týskararnir organiserað tað á allar besta hátt.

Artur sigur, at tey eru á vakt í 6 tímar og so hava tey frí. So tað verður eisini tíð til annað. Hann hevur bæði verið til Life og Throne Room – hetta eru stóru løturnar í Main hall, og tá ið eg skemtiliga orði við hann,
at hetta er nakað øðvísi enn í Sjóvar kirkju, er hann skjótur at svara, at tað er gott, men hetta er eisini gott. Vit eru so ymisk, og hátturin, vit gera tingini á, er so ymiskur – og soleiðis skal tað vera.

kelda: facebooksíðan hjá TennStreet Føroyar



Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00