Sjovarkommuna

Minnist tú?

Regin Johansen
javnleikur móti kollfirðingum


14. september, mikudagin 23. januar 1991



Hvør treiskari enn annar

HØLLIN Á SKÁLA
handbóltur í 1. deild. KÍF-StÍF (14-17) 25-25
MÁL, KÍF: Jens M. Knudsen 9, Fríðrik Joensen 6
MÁL, STÍF: John Petersen 7, Sveinbjørn Poulsen 5 og Regin Johansen 5
ÁSKOÐARAR: 250
DÓMARAR: GÍ

Sum altíð, tá KÍF og StÍF hittast á vølli, er spenningur: Liðini hava í fleiri ár verið sera jøvn, tó eru tað oftast strandingar, ið draga longra stráið.
Fyrri dysturin teirra millum endaði sum kunnugt við, at strandingar vunnu við einum máli. Liðini plaga at nevna hvørt annað fyri marruna – og áskoðararnir fáa spenning fyri peningin. So var sanniliga eisini hesaferð.

JENS MARTIN VIÐ
Ivi var, um einasti lámurin á KÍF liðnum fór at vera við, vegna venjingarlegu hjá landsliðnum í Klaksvík, men til frøi fyri kollfirðingar og tað øvugta fyri strandingar, var hann kortini við.
Hinvegin høvdu strandingar styrkt sítt lið við “veteraninum” Regini Johansen. Í teimum fyrstu minuttunum skiftust liðini at skora og tá 8 min. vóru lidnir stóð 4-4. Onkur helt fyri, at hetta var sum at hyggja at badminton.

KÍF-VERJAN MISJØVN
Tá stívliga helvtin av fyrra hálvleiki var leiktur, vóru strandingar á odda við 2 og 3 málum. Strandingar spældu kvikan hondbólt, og settu ferð eftir ferð hol í verjuna hjá KÍF.
Strikan hjá StÍF, Sveinbjørn Poulsen, hevði mest sum frítt at fara, og honum at takka, megnaði StÍF at halda leiðsluna við 2 og 3 málum. John Petersen, hin vandamikli StÍF-arin,
fekk alt ov ofta loyvi til at lumpa KÍF-verjuna og gjørdist toppskjútti við 7 málum. Ein annar leikari, tú legði merki til, var hin blaðungi Artur Johansen, kollfirðingarnir ræddust hann í hvussu er so mikið,
at teir settu Jóan Paula Olsen at hava eyguni eftir honum, og eftir øllum at døma, hevur tað tikið ikki so lítið av orku, tí í álopinum kom ikki so nógv burturúr hjá Jóan P., sum tað plagar – tó so – hansara partur liggur ongantíð eftir.
Hann, eins og hinir kollfirðingarnir, stríddust óført móti eini strandaverju, sum stóð seg rættiliga væl. Tað, sum gjørdi, at KÍF fekk so mikið burtur úr sínum álopum, var kanska, at málverjin Dánjal Poulsen í løtuni er í einum aldudali.
Í tí stóra og heila kann sigast, at verja var munurin á liðunum í fyrra hálvleiki, sum endaði við 17-14 til strandingar.

HVØRGIN VIL LÚTA
Tey, sum sóu KÍF vinna Neistan, vita, at stríðsandin er til staðar, og um hann fór at muna nakað móti StÍF hesaferð var ilt at siga. Men tað var av størsta týdningi at fáa stig heim við, tí greitt var,
at StÍF eisini var komið í ovara bólk – nú máttu og skuldu kollfirðingar gera eitt munagott átak, ætlaðu teir sær metal hesaferð. Og eftir øllum at døma var tað júst hetta, ið lá fremst í huganum.
Verjan hjá kollfirðingum var farin at virka betur og álopini eydnaðust væl, liðið fungeraði sum ein eind og mansvardi Jens M. Knudsen kom meir við í spælið.
Dómararnir hildu kollfirðingar vera í so ídnar og vístu út 2 ferðir 2 min. Strandingar fingu eisini eina útvísing (+ tvær í teim seinastu sekundunum), men annars var spælið ikki so merk at hørðum leiki, heldur vóru tað nervarnir, ið gjørdu um seg,
t.d. skeivar avleveringar og aðrar misskiljingar. Kortini var trupult at siga, hvør spældi betri ella klókari. Eftir at kollfirðingar vóru komnir upp á javnleik, skiftust liðini um at vera á odda.
Fríðrik, Jákup og Jens Martin, sum tó brendi nakað nógv, vóru teir, sum herjaðu mest á málið hjá StÍF, meðan John P., Pole og Regin hjá strandingum vóru teir ídnastu.
Tá bert fá sekund vóru eftir, var tap í hendi hjá kollfirðingum. Støðan var 25-24 til strandingar, og øll høllin var á gosi, men tað eydnaðist  kollfirðingum at javna út –
so úrslitið var 25-25 og bæði venjarar, leikarar og áskoðarar kendu tað sum ein byrða var lætt av herðunum.
Tvey sera jøvn lið, sum hvørki vil lúta fyri hvørjum øðrum. Hesi liðini hava tveir dystir enn at leika sínamillum í endaspælinum.
Torført er at “tippa” um, hvat tað er tað stinnara.

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00