Sjovarkommuna

Marnar farin aftur í renniskógvarnar

marnar1
Marnar Djurhuus vann FM á 5000 metra teininum leygardagin og 3000 metra forðarenning sunnudagin.

In.fo skrivar:


Vónirnar fyri føroyskum heiðursmerkjum á oyggjaleikunum á Jersey fingu eitt ordans skot fyri bógvin, tá tað í januar 2015 gjørdist greitt, at ein av fremstu rennarunum í landinum, Marner Djurhuus, setti renniskógvarnar á hillina.

Orsøkin var, at hann fekk so nógva pína í ryggin og føturnir av at renna. Hann tók fyrst ein fyribils steðg, men hesin gjørdist varandi, tá hann merkti, hvussu gott ryggurin fekk tað, tá hann fekk hvíld.

Einans 19 ára gamal tá, var hann mettur at vera Føroya besti rennari. Longu sum 16 ára gamal vann hann bronsu í oyggjaleikunum á Isle of Wight í 2011. Í Bermuda í 2013 vann hann tvey bronsuheiðursmerki. Málið fyri oyggjaleikirnar á Jersey var greitt - hesa ferð skuldi gullið vinnast. Men mongum brestir ætlan.

Tá hann gavst í 2015 vildi hann tó ikki útilokað, at hann fór at byrja aftur og seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at hann møguliga fór at stilla til start í FM um vikuskiftið.

Tað gjørdi hann, og tað við manér. Eingin av mótstøðumonnunum megnaði at standa honum kurl á 5.000 metra teininum leygardagin, og søgan var hin sama á 3000 metra forðarenning sunnudagin. Marnar Djurhuus vann gull á báðum teinunum.

Hallur Holm, sum er venjari hjá Marnari Djurhuus sigur, at ungi rennarin er komin sera væl í gongd aftur. 

- Ikki bara vann hann, men hann setti eisini persónligt met á báðum teinunum, samstundis sum hann eisini kláraði oyggjaleikakrøvini á báðum teinunum. Nú er skjótt, at hann fer at nærkast mongu av gomlu føroysku metunum hjá Alberti Marna Joensen, sigur Hallur Holm. 

Hallur Holm sigur, at longu nú eru níggju íðkarar, sum hava megnað oyggjaleikakrøvini, so líkt er til, at tað verður tann størsti hópurin av frælsum ítróttaríðkarum nakrantíð, sum fara til Oyggjaleikirnar í Gotlandi í 2017. Vónandi verður unga stjørnuskotið Marnar Djurhuus eisini við tá.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00