Sjovarkommuna

Vikuskiftishandil

vikuskiftishandil
Føroya kulasti vikuskiftishandil í bygdahúsinum 1. og 2. okt.



Føroya kulasti vikuskiftishandil við føroyskum sniðgevum

Næsta vikuskifti 1.-2. oktober verður ein spennandi vikuskiftishandil í bygdahúsinum á Strondum.

Fleiri av sniðgevunum sum luttaka, hava nýggja og spennandi vøru við – sum ikki hevur verið víst áður.
Vøruúrvalið er breitt, t.d. whiskey grót, smykkur, vørur úr plexiglasi, glaslist, klædnapløgg, plakatir/myndir og sjálvandi ullvørur.

Hetta er alt dygdarvørur frá okkara dugnaligastu sniðgevum á klettunum – góðska, stílur og snið eru í hásæti.

Cafeteria verður opið báðar dagarnar og verður møguleiki at keypa okkurt leskiligt til matna.

Vit byrja kl 14.00 leygardagin og hava opið líka til kl 22.00.
Sunnudagin verður opið frá kl 14.00 til kl 20.00.

Akkurát hetta slagið av vikuskiftishandli er nakað nýtt í Føroyum.

Vónandi fara fólk at taka væl ímóti hesum vikuskiftishandli, sum vónandi verður eitt afturvendandi tiltak.

Luttakarar eru:
Shisa Brand
Undirgrund
Elsabech
Hallfríð
Hjá Vimu
Einfalt list
Hallbera
FíL
Heimagjørt frá E.T.



 

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00