Sjovarkommuna

Krabbameinsfelagið fekk 76.700 kr.

liv krabbameinsfelag

Seinasta leygardag var stór stuðulskonsert í bygdahúsinum á Strondum,
sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen tók stig til.






Seinasta leygardag var stór stuðulskonsert í bygdahúsinum á Strondum, sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen tók stig til.
Allar inntøkurnar frá konsertini fóru óskerdar til Krabbameinsfelagið og tað var ikki smávegis, sum kom burturúr. Krabbameinsfelagið hevur fingið 76.700 kr., sum vit eru ógvuliga takksom fyri. 


Á konsertini fekk Krabbameinsfelagið høvi at greiða frá sínum arbeiði.

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, segði m.a.:
Martin Thorborg er ein kendur danskur íverksetari. Hann hevur einaferð sagt: ”Góð hugskot eru silvur. Fólk, ið gera góð hugskot til veruleika, eru gull”.
Og tað er júst tað, mann kann siga um Lív Jónsveinsdóttir Hansen. Hon fekk eitt gott hugskot, sum hon skjótt gjørdi til veruleika. Og stóra, stóra takk fyri tað! 
Eitt megnar tiltak. Bæði tónleikarar, frásøgufólk, einstaklingar, hjálparfólk, fyritøkur og nógv onnur hava verið skjót at taka lógvatak saman við Lív, so hetta gjørdist veruleiki. Fyri Krabbameinsfelagið er hetta gull vert. 
Hetta tiltak er við til at hjálpa okkum at hjálpa. At hjálpa og vegleiða fólki, sum hava krabbamein og eisini teimum, sum varða av, er stórur partur av arbeiðinum hjá felagnum. Øll skulu hava møguleika at fáa hjálpina, og tí er hon eisini ókeypis.
Felagið ynskir at vísa tí sjúka og teim avvarðandi á glottar og saman fáa hesar at víðkast mest møguligt, so vónin, ljósið og lívsmótið aftur kunnu spíra.

Inntøkurnar hjá felagnum eru limagjald og gávur. Fyri at Krabbameinsfelagið kann hjálpa, er týðandi, at tað eru nógv, sum rætta eina hjálpandi hond, eisini at fáa pening til vega. Tí fløvar hetta tiltak almikið  – og tað ger veruliga mun.

Vit eru tí ovurfegin og eyðmjúk um ta stóru vælvild, frá fyriskipara og øllum tykkum, ið á ein ella annan hátt hava tikið lut í hesum tiltaki.

Vit kunnu bara staðfesta, at virði av hesum tiltaki fevnir nógv longur enn tað peningaupphædd, sum kemur inn. Øll, ið luttaka og stuðla, taka lógvatak saman og eru við til at lyfta byrðar saman við okkum. Eisini at varpa ljós á krabbamein hjá teimum, ið gerast sjúk og familju teirra. Við tykkara persónliga stuðuli og luttøku, eru tit við til at gera silvur til gull.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00