Sjovarkommuna

Kommunuvalið 8. nov.

IMG 4240
um freistir og mannagongdir

 



I Valrættur og valbæri.

 § 1.1) 2) 3) Valrætt og valbæri til bygda(r)ráðsval/býráðsval hevur hvør tann, sum

a)    Hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið.

b)   er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram.

c)    og sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.

 Stk. 2. 3) 4) Hóast stk. 1, litra a, hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

 Stk. 3. Eingin, sum stendur ikki á vallistanum, kann útinna valrætt.

 Stk. 4.. Um onkur er komin á vallistan, men sum ikki longur er fastbúgvandi í kommununi, hevur hann ikki rætt til at velja.



IV Valevnislistar.

 § 6. 1) 2) 6) Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, har ávísir persónar eru uppskotnir sum valevni.

 Stk. 2. Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum. - t.e. 18.okt.!


 Stk. 3. 3) Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

Er íbúgvaratalið í kommununi minni enn 1000, eru 10 stillarar nóg nógvir.

Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru 5 stillarar nóg nógvir. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum ella kommununi fyri, at listin er móttikin og nær. Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann at strika á øllum.


Stk. 4. Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygda(r)ráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir. Um henda treyt verður ikki hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Um talið á valevnum á øllum listunum samanlagt ikki er 2 fleiri enn talið á bygdarráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir, skal valnevndin, tá uppstillingarfreistin er úti, gera ein valevnislista, so talið á valevnum kemur upp á tað ásetta.

Her er leinki til heimasíðuna hjá Innlendismálaráðnum, har m.a. vegleiðandi dømi um ein valevnislista liggur:
http://www.himr.fo/arbeidisokir/kommunumal/kommunuval-2016/


 Stk. 5. 3) Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum.

 Stk. 6. Heldur valnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

 Stk. 7. Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga yvirfyri valnevndini siga frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

 Stk. 8. Um valevnislisti verður lýstur ógildur, ella um valevni ella stillari verður strikaður av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt, og í øllum førum fyri valið, verða send tí stillara, sum listan hevur latið inn.

 § 7. 1) 5) Teir av valnevndini góðkendu valevnislistar fáa hvør sær eitt bókstavfrámerki (A, B, C o.s.fr.), og á hvørjum lista verður sett talnummar (1, 2, 3 o.s.fr.) framman fyri hvørt valevni í somu raðfylgju, sum tey av stillarunum eru uppsett. Bókstavafrámerking hjá flokki, sum hevur rætt at taka lut í løgtingsvali, eigur at vera sami bókstavur, sum flokkurin áður hevur nýtt í sambandi við løgtingsval.


Leinki til kommunuvallógina: http://logir.fo/Logtingslog/44-fra-19-06-1972-um-val-til-allar-foroyskar-kommunur-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog


 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00