Sjovarkommuna

Tilboðini verða latin upp

27.09.2016
kl. 14 í dag verða tilboðini um at gera Eysturoyar- og Sandoyartunnilin latin upp



Tilboðini um at gera Eysturoyar- og Sandoyartunnilin skulu vera inni í dag

“Eg rokni við at ein av komandi døgunum, so verður okkurt at frætta.” Tað sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í p/f Eystur- og Sandoyartunlar, nú freistin at lata tilboð inn um at gera tunlarnar er úti í dag.

“Tilboðini umfata báðar tunlarnar. Tað vil siga, at tann sum fær arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin fær eisini forrætt til at gera Sandoyartunnilin,” sigur hann.

Tá vit í gjár ringdu til Berg Poulsen, var hann staddur á flogvøllinum í Keflavík, á veg heim úr USA, har umboð fyri tunnilsfelagið hava verið og tingast um fígging.

“Tá tilboðini eru komin inn, hava vit ein neyvari prís at arbeiða út frá. Vit mugu so hyggja eftir hvat er við og hvat ikki er við í tilboðunum,” sigur hann.


Skulu lúka krøvini

Nógv krøv verða sett teimum, sum bjóða uppá arbeiðið, ikki minst eru tað tey sum veita fígging, ið vilja tryggja sær, at fyritøkurnar veruliga eru førar fyri at gera arbeiðið.

“Vit hava undangóðkent einar 6 - 8 fyritøkur,” sigur Bergur Poulsen. Spurdur um føroyskar fyritøkur eru millum hesar, sigur hann, at føroyingar eru við í samtøkum, sum hava fingið undangóðkenning.


Nógv arbeiði er longu gjørt

Nógv fyrireikingararbeiði er longu gjørt við tunnilsmunnarnar á Hvítanesi og á Strondum.

“Tað sum higartil er gjørt er ymiskt forarbeiði so sum arbeiðsvegir og annað. Ætlanina er at gera alt klárt inn til benið, har sum sjálvur tunnilin skal byrja. So er alt klárt at byrja, tá vit skulu byrja,” sigur Bergur.

Spurdur hvussu tað ber til, at hetta arbeiðið er gjørt longu áðrenn fíggingin er fingin uppá pláss, sigur hann, at hetta arbeiðið er fíggjað gjøgnum Íleggingargrunnin og Eik, og er tí ikki partur av endaligu fíggingini.

Ikki bangin fyri at ætlanin verður útsett

Hóast nógv tos er í fjølmiðlunum í løtuni um at útseta almennar íløgur, so er Bergur Poulsen ikki bangin fyri, at tað fer at raka Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.

“Teir hava langt síðani biðið okkum at fara í gongd, og vit arbeiða eftir eini lóg, sum sigur nær báðir tunlarnir skulu gerast, so um okkurt skal útsetast, so má løgtingið inn at broyta lógir,” sigur hann.

Mett verður at Eysturoyartunnilin fer at kosta eina milliard krónur og Sandoyartunnilin 865 mió. krónur. Men hetta eru bara metingar.

(Myndina tók Helgi Abrahamsen á Strondum fríggjadagin).

Kelda: www.nordlysid.fo



 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00