Sjovarkommuna

Sjóvar kommuna - rein og ruddilig

08.04.14 26
skriv um rudding er sent í hvørt hús í kommununi




Sjóvar kommuna rein og ruddilig

Gløgt er gestsins eyga! Hetta orðatak kemur okkum til hugs, um vit geva okkum far um, hvussu ávís økir síggja út í Sjóvar kommunu. 
Í alt ov langa tíð hava vit vent tað blinda eygað til alt óruddið, ið liggur og skemmir okkara náttúru, vinnuøkir og bústaðarøkir.

Tann árligi ruddingardagurin er gull verdur, men sjálvt um vit henda dagin taka felags stig til at fáa rudda okkara kommunu, so liggur enn alt ov nógv órudd á almennum plássum, og hetta ynskja vit at fáa gjørt nakað við,

og vit ynskja at gera hetta saman við tykkum

Sjóvar kommuna ynskir at vera fyrimynd á hesum øki, og nú um dagarnar fara vit at rudda tað, ið kommunan eigur, og vit heita tí á allar borgarar, fyritøkur og stovnar, um at taka eina hond í og rudda á egnum øki og á felagsøki í kommununi.

Náttúran og umhvørvið er okkara at halda, og í hesum tíðum, tá ið nógv ferð er á allastaðni, eru nøgdirnar av burturkasti eisini stórar, og hugurin at nýta orku til upprudding liggur kanska ikki fremst í huganum.

Landsins myndugleikar hava í kunngerðum ásett reglur um órudd og burturkast, og hesar ásetingar ynskja vit at liva upp til.
Er tað so, at tú hevur eitthvørt liggjandi á havna øki ella á øðrum almennum øki, verður tú vinaliga biðin um at beina hetta burtur sum skjótast, og innan 3. oktober 2016.
Umleið hálvan oktober fara starvsfólk hjá kommununi eina rundferð, fyri at vita, hvussu væl tað er ruddað.  Um tað skuldi verið, at tað framvegis liggur órudd ymsastaðni, verður hetta beint burtur fyri eigarans rokning.

Vit ynskja øll at kunna gleðast um eina reina og ruddiliga kommunu, ið stimbrar virkisfýsni og felagsanda, og vit fara at gera okkara til at halda tað reint og ruddiligt í kommununi, og ynskja og vóna, at tit eisini vilja stuðla okkum og taka tøk á somu leið.


Sjóvar kommuna



Kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, sum seinast broytt við kunngerð nr. 111 frá 7. september 2009 §1, um órudd o.a.: Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein. Stk. 2: Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað, jvb., kunngerð um burturkast.

Kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá                 28. september 2007 §15: Kommunustýrið skal um neyðugt fyri at fyribyrgja og basa ampum av burturkasti, geva boð um, hvussu burturkastið skal goymast, handfarast, v.m., harundir at burturkastið skal verða burturbeint innan nærri ásetta freist. Stk. 2: Um boð eftir stk. 1 ikki eru lýdd innan ásettur freistina, skal kommunustýrið beina burturkasti burtur fyri rokning hjá tí, ið hevur fingið boðini.


 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00