Sjovarkommuna

Vegleiðing um valplakatir við landsveg

valplakat kommunuval 2016



Vegleiðing um valplakatir við landsveg

Endamálið við hesi vegleiðing er at tryggja ferðsluna á landsvegi og samstundis tryggja møguleikan at seta upp valplakatir í sambandi við val.
Við uppseting av valplakatum við landsveg krevst ikki serstakt loyvi, um ásetingarnar í hesi vegleiðing verða fylgdar.

Valplakatin
• Valplakatin skal verða límað á eina veðurdygga plátu, sum ikki er størri enn 0.8 m2
• Valplakatin skal ikki innihalda tilfar sum skyggir, kastar aftur, speglar, gevur endurskin ella vera upplýst við sjálvstøðugari ljóskeldu
• Valplakatin má ikki bera brá av ferðsluskelti

Nær kunnu valplakatir setast upp
• Valplakatir kunnu heingjast upp í sambandi við løgtings- og fólkatingsval, kommunuval, fólkaatkvøður og onnur almenn val
• Valplakatir kunnu heingjast upp í tíðini frá fjórða leygardegnum undan veldegnum til 4 dagar eftir valið

Hvar kunnu valplakatir setast upp
• Valplakatir kunnu heingjast upp á lyktasteyrar og á útbúnað, ið trygt er festur í jørðina, og hevur til endamáls at sýna fram valplakatir

Hvar kunnu valplakatir ikki setast
• Við landsveg, har ferðmarkið er høgri enn 60 km/t
• Á sama útbúnað, sum góðkendur er til ferðslumerking, herundir ferðsluskelti, vegvísingarskelti ella líknandi vegaútbúnað
• Í miðøkinum á rundkoyringum og á ferðsluoyggjum
• Nærri enn 0,5 m frá vegjaðara ella 0,3 m frá súkklubreytajaðara, mált frá nærmasta kanti á valplakatini
• Lægri enn 2,3 m beinleiðis yvir eini gongu- ella súkklubreyt, mált frá niðasta kanti á valplakatini
• Á ein tílíkan hátt, at valplakatin kann hava við sær skaða á ljósmastrar, stik, garðar o.l.

Valplakat má ikki heingjast upp á ein tílíkan hátt, at hon fjalir ta góðkendu vegamerkingina, órógvar útsýnisviðurskiftini á vegnum ella annars er til ampa fyri ferðslutrygdina.
Valplakatin skal vísa navn, bústað og telefonnummar á tí persóni ella flokki, sum hevur ábyrgdina av plakatini.
Valplakat, sum eru hongd upp ímóti reglunum, skal takast niður aftur innan 12 tímar eftir, at løgreglan hevur kravt, at tær skulu takast niður. Løgreglan kann taka valplakatir niður, sum ikki eru tiknar niður innan 12 tímar eftir at løgreglan hevur boðað frá kravinum um at taka tær niður ella tær eru hongdar upp uttan fyri loyvdu tíðina. Løgreglan kann eisini taka niður valplakatir, sum eru hongdar upp ímóti reglunum í § 49, stk. 2 í ferðslulógini og sum ikki vísa tær kravdu kontaktupplýsingarnar.

Valplakatir, sum hava við sær ein beinleiðis og ítøkiligan vanda fyri ferðslutrygdina, kunnu beinanvegin takast niður av løgregluni. Løgreglan skal síðani seta seg í samband við tann, sum hevur havt uppheingingina um hendi og biðja viðkomandi um at koma eftir niðurtiknu valplakatunum.
Valplakatir, sum ikki eru avheintaðar í seinasta lagi 2 mánaðir eftir valdagin, kunnu síðani beinast burtur. Útreiðslur hjá løgregluni av at taka niður, varðveita og at gera aftur skaddar steyrar, hegn o.a. verða sum útgangsstøði goldnar av tí, sum hevur havt uppheingingina um hendi.

Tórshavn sep. 2016
Landsverk og Føroya Landfúti

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00