Sjovarkommuna

Roðin gongur nýggjar leiðir

mobil tannrøkt
Hevur ognað sær eina mobila tannviðgerðar eind.




Hendan íløgan ger, at tannlæknaviðgerðir nú kunnu fremjast á Røktarheiminum í Runavík og somuleiðis á sambýlunum, sum Roðin hevur ábyrgdina av, nevnliga á Vesturskin á Toftum  og Sjóvarlon á Strondum

Eisini er nú møguleki skaptur fyri, at pensjonistar, sum búgva heima og hava trupult at fara av húsum, kunnu fáa tannlæknaviðgerð heima hjá sær sjálvum. Hetta er eitt stórt frambrot innan ta miðvísu tænastu, sum Roðin ynskir at veita sínum viðskiftafólki.

Slík mobil eind ger tað møguligt hjá tannlækna og tannrøktara, at koma út á stovnarnar, at gera fyribyrgjandi arbeiði og ávísar viðgerðir. Tað er ein sannroynd, at fleiri og fleiri av teim, ið koma at búgva á røktarheimum og sambýlum hava sínar egnu tenn og sum framhaldandi krevja eftirlit og viðgerð. Við hesum átakið, er møguleikin nú munandi betraður, at fremja fyribyrgjandi arbeiði. Eingin ivi er um, at hetta hevur nakað við “lívskvalitet” at gera.

Tað, at útgerðin er á staðnum – og kann flytast frá stað til stað – kemur at lætta um hjá búfólki, sum sleppa frá at fara á tannlæknastovu. Eisini kemur tað at lætta um hjá starvsfólki, sum sleppa frá at fara út úr húsinum, tá eitt búfólk skal til tannlækna ella tannrøktara. Fyri avvarðandi kemur hetta eisini at hava týdning.

Nevnast kann, at hugskotið til slíka mobila eind kom frá einum avvarðandi fyri nøkrum mánaðum síðan. Alt fyri eitt varð farið í gongd við at kanna møguleikan og hevur Tannlæknastovan i Runavík veitt holla ráðgeving og hjálp. Somuleiðis hevur Tannlæknafelag Føroya veitt góða ráðgeving, tikið sera væl undir við ætlanini og fegnast um átakið, sum leggur lunnar undir eitt meiri skipað tilboð innan eldratannrøktina.



Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00