Sjovarkommuna

Eldraøkið í góðum og tryggum hondum – bæði politiskt og fakligt

eldrasamrodur
aftursvar til útsøgnirnar hjá forkvinnuni
í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar



Eldraøkið í góðum og tryggum hondum – bæði politiskt og fakligt

Í útvarpstíðindunum 25. oktober, segði Óluva í Gong, forkvinna í felagnum fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar, m.a. - at kommunupolitikarar ikki hava sett seg nóg væl inn í eldraøkið - at politikarar tekna eina skeiva mynd av hvør tørvurin á eldraøkinum er - at starvsfólkini ikki verða hoyrd - at leiðslufólk verða sett uttan fakligar førleikar Sum borgarstjóri í Nes kommunu og stýrisformaður í Økistænastuni Roðanum, sum er samstarv millum Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommunu um heimatænastu, eldrarøkt v.m., er hetta als ikki mín fatan av okkara øki, og tí hesa viðmerking. Síðani nevndu kommunur fóru at samstarva um heimatænastu, eldrarøkt v.m., hevur tað verið hugaligt at síggja tann áhugað avvarðandi politikarar hava sýnt hesum øki. Neyvt samstarv hevur verið millum leiðslu og politisku skipanina, og er hetta uttan iva ein av orsøkunum til, at stór frambrot eru hend innan heimatænastuna og eldraøkið í nevndu kommunum, hóast tað bert eru gingin knapt tvey ár síðan kommunurnar yvirtóku økið frá landinum. Leiðararnir hava hollan fakligan førleika, og saman við væl skikkaðum starvsfólki verður dagliga veitt brúkararunum ein fakliga kjølfest tænasta, merkt av virðing og umsorgan fyri brúkaranum og avvarðandi hansara. Tørvs- og nøgdsemiskanningin, sum fyri tíð síðan varð almannakunngjørd, staðfestir hetta heilt greitt, og er samstundis eitt “herðaklapp” til tænastuna og tess starvsfólk. Fyri at undirstrika, at kommununar “ikki gita, men vita”, skal bert nevnast nakað av tí, sum er hent innan Økistænstuna hjá Roðanum, síðan kommunurnar tóku yvir: 1. Nýtt sambýli á Strondum – Sjóvarlon – tikið í nýtslu 2. Nýtt tilboð til fólk við demens: Dagtilhald á Skála tikið í nýtslu 3. Fyribyrgjandi heimavitjanartænasta sett í verk (75+) 4. Økt tímatal til sjúkrarøktarfrøðingar í heimatænastuni 5. Øktir møguleikar fyri miðvísari og skipaðari venjingum 6. Fleiri búpláss til fólk, ið eru minnisveik (verður tikið í nýtslu um ein góðan mánað) 7. Útgerð til tannlæknaviðgerð 8. Tørvs-og nøgdsemiskanning millum borgarar borgarum 65+ Ætlaði tiltøk at seta í verk í fyrru helvt av 2017: 1. Døgnrehabilitering/endurvenjing 2. Menning av mattænastuni 3. Menning av flutningstænastuni 4. Trivnaðartiltøk fyri pensjonistar. Skal takast samanum, so er í míni verð eingin ivi um, at nevndu kommunur til fulnar vita hvat rørist innan økið, og hvørjar tænastur skulu raðfestast. Eg eri sannførdur um, at tilboðini eru munandi økt og at tænastan hjá Roðanum, við dugnaligum og væl skikkaðum starvsfólki, er í góðum hondum. Eisini eri eg sannførdur um at tilboðini fara at mennast og verða fleiri í framtíðini. Avgerðin at leggja eldraøkið út til kommunurnar hevði við sær at styttri bleiv millum politiska myndugleikan og borgaran. Tí var tað fyri brúkaran í nærumhvørvinum, ein skilagóð og gagnlig avgerð. Stýrið fyri Roðan, bý- og bygdaráðini, hava tryggjað neyðuga karmin og ta kós, ið er løgd og hava harvið prógvað, at tænastan eisini er í góðum politiskum hondum – og somuleiðis fer at verða tað framyvir.

Toftir 26. oktober 2016

Jóhannus Danielsen
borgarstjóri í Nes kommunu
og stýrisformaður fyri Økistænastuna Roðin

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00