Sjovarkommuna

30 ára starvsdagur

Julia 30 ár
í dag eru 30 ár síðani Julia kom í starv hjá Sjóvar kommunu


 

 

1. des. 1986 hevði ein ung nýgift kona sín fyrsta starvsdag á kommunuskrivstovuni hjá Sjóvar kommunu.

Julia, sum tríggjar vikur frammanudan hevði skift eftirnavn frá Joensen til Kass, hevði tá tvey onnur arbeiði - á Strandamáling og vikarur í skúlanum.
Tá hon varð spurd um hon kundi taka sær av bókhaldinum hjá kommununi, helt hon "at tað kundi hon gott".
Í samfull 30 ár hevur hon hildið skil á fíggjarstøðuni hjá Sjóvar kommunu, og ikki kann sigast annað enn, at hon hevur stýrt við kønari hond gjøgnum góðar og minni góðar tíðir.

Kommunustýri koma og fara. Fimm borgarstjórar hevur hon lært og vegleitt í øll hesi ár og nógvir kommunustýrislimir hava notið gott av hennara vitan.
Hvønn dag situr hon so trúgv í sínum stóli og bókar debet og kredit, skrivar rokningar og sendir kontoavrit.  
Í dag er heitið broytt til fíggjarleiðari og hevur hon eisini ábyrgd av, at fíggjarætlan verður løgd og hildin, ásannandi, at tað ikki altíð er so lætt at halda í herðatoppin á politikkarunum.
Tað, at manningin í kommunustýrinum er skiftandi, ger eisini, at arbeiðið ikki gerst keðiligt, tí nýggir politikkarar hava ofta nógv góð hugskot, sum gera, at arbeiðsdagurin verður fjølbroyttur.

Vit ynskja Juliu til lukku við teimum fyrstu 30 árunum, og gleða okkum til nógv ár afturat við tøkk fyri trúgva og góða tænastu øllum borgarum í Sjóvar kommunu at frama.

Bestu heilsur
kommunustýrið fyri
Sjóvar kommunu

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00