Sjovarkommuna

Sløkkiliðsmaður í 30 ár

Jan Abrahamsen 30 ár SS
í dag eru 30 ár liðin síðani Jan byrjaði sum sløkkiliðsmaður

 




Tá vit hava brúk fyri hjálp, halda vit, at tað er ein sjálvfylgja, at tað ikki ganga nógvir minuttir til sløkkiliðið er á staðnum.

Sigast má, at sløkkiliðsmenninir hjá Skálafjarðar Sløkkiliði eru trúgvir í tænastuni. Fleiri hava verið knýttir at liðnum síðani tað varð stovnað í 1974.
Og í dag eru liðin 30 ár síðani Jan Abrahamsen tók við tænastuni á sløkkiliðnum. Hann er ein av teimum røksu monnum, sum altíð eru klárir at rykkja út til eldar, stormskaðar, oljudálking, ferðsluvanlukkur og annað.

Men sløkkiliðið er ikki bara arbeiði.

Jan Abrahamsen 30 ár SS2

Fyri nøkrum árum síðani stovnaðu sløkkiliðsmenninir eitt kór, sum er vorðið sera væl umtókt.
Teir syngja til nógv ymisk tiltøk í øllum landinum, og tað bæði sæst og hoyrist, at hetta er við til at gera samanhaldið millum sløkkiliðsmenninar enn betri.

Vit ynskja Jan hjartaliga til lukku við 30 ára degnum og vóna, at hann heldur fram í nógv ár afturat.


Sjóvar kommuna

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00