Sjovarkommuna

Leiðreglur fyri útleigan av hølum hjá kommununi

góðtaka ikki ágang
fyri at verja børn og vaksin hevur Sjóvar kommuna gjørt leiðreglur um
útleigan av hølum hjá kommununi



Sjóvar kommuna góðtekur ikki ágang móti børnum ella vaksnum!

• Verið tí altíð tvey vaksin saman við barninum
• Leggið merkið til happing, harðskap ella kynsligan ágang
• Boðið frá um tit hava mistanka um likamligan, sálarligan ella kynsligan ágang
• Lesið vegleiðing um útleigan av hølum hjá kommununi á www.sjovarkommuna.fo

Sjóvar kommuna


Í sambandi við, at kommunan javnan leigar høli út til skúlaflokkar, ítróttarfeløg o.a., hevur kommunustýrið samtykt,
at seta í verk leiðreglur fyri at verja børn og vaksin móti ágangi.
Hesar reglur eru galdandi fyri øll, ið hava við børn og ung at gera, og verða øll, sum leiga høli frá kommununi at halda seg til hesar reglur.


Fyribyrging av kynsligum ágangi
Leiðbeining um fyribyrgjan av kynsligum ágangi

Leiðbeining hjá Sjóvar kommunu um at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum og ómyndugum. Støðan hjá Sjóvar kommunu og hjálp til misnýtt og skemmara.

1. Hvat er kynsligur ágangur?
Kynsligur ágangur verður skilgreinaður sum ein hugur hjá vaksnum, ið gongur børnum og ungum ov nær kynsliga, bæði í orðum, við kropsligari neming og við at vísa fyri sær.
Ágangur kann byrja við ósekum kropsnærleika og orðum, sum eru óhóskandi og ósmæðin og halda fram til at verða óhóskandi kínan, at lata seg úr, at nema kynsliga og við samlegu.
Lógarásett skilgreining av børnum og ungum er aldurin millum 0 og 15 ár. Men verður ágangurin framdur í familjuni, er aldurmarkið uppeftir 18 ár.
Men talan er eisini um ágang, um skemmari er í eini hægri støðu og brúkar støðuna til at fremja kynsligan ágang móti øðrum.

2. Støðan til fyrrverandi skemmarar
Fólk, ið hava framt ágang móti børnum ella ungum, mugu ongantíð aftur vera saman við børnum ella ungum í bygningum hjá Sjóvar kommunu, heldur ikki um hann/hon hevur fingið viðgerð ella staðið fongsulsrevsing.

3. Reglur fyri leiðarar, bæði sjálvbodnar og starvssettar, ið starva við børnum
A: Hesar reglur eru gjørdar fyri at mika um vandan fyri
• at børn verða fyri kynsligum ágangi
• at leiðarar verða órætt ákærdir fyri ágang, og
• at leiðarar koma í støður, har lætt er at stíga barninum og nær:

1. Verið um møguligt altíð fleiri enn eitt saman við barninum
2. Um tú ert einsamallur/møll saman við einum barni, ver so í einum høli, har onnur kunnu koma inn, ella lat hurðina standa opna
3. Ver ansin um, hvar barnið setir markið fyri kropsligari nærveru
4. Ver ansin um, hvar foreldrini seta markið fyri sítt barn
5. Verið altíð fleiri vaksnir leiðarar, tá ið tit spæla uttan fyri vanliga uppihaldsstaðið, og tá ið tit skulu sova í bygdahúsinum
6. Sigið altíð hinum frá, tá tú t.d. fert einsamallur/møll við einum barni í bili

B: Soleiðis viðgert tú sum leiðari eina støðu, har eitt barn sigur tær frá kynsligum ágangi.
1. Tak barnið, og tað, sum tað sigur tær, í álvara, og minst til at vissa barnið um, at tú vilt hjálpa og stuðla tí.
2. Ver rólit/ur, sýn ikki andstygd, hav gott eygnasamband við barnið, og gev tær góðar stundir at lurta eftir barninum.
3. Legg tær í geyma, at eitt barn, ið hevur verið fyri ágangi, ofta ber seg tvørliga ella løgið at við kropsliga nærveru.
4. Tú mást ikki lova, at tú ongum sigur tað. Lat barnið fáa at vita, at tú mást siga tað við onnur, so tað kann fáa hjálp.
5. Minst til, at barnið kanska hevur fingið hóttanir um at tiga.
6. Skriva upp so nógv sum møguligt beint eftir samrøðuna.

4. At velja sjálvbodnar og starvssettar leiðarar
A: Leiðarar, sum starvast við børnum og ungum, skulu vera kendir í felagsskapinum ella hava álítandi viðmæli frá tí felagsskapi, teir fyrr hava verið í.
B: Leiðarar, sum starva við børnum og ungum, skulu hava lisið og tikið undir við teimum reglum, sum her eru settar upp.
C: Allir leiðarar eiga at vera kunnugir við, hvussu vit fyribyrgja og varnast kynsliga ágang.

5. Mannagongd, tá ið illgruni ella skuldseting er um kynsliga ágang móti børnum
A: Soleiðis boðar tú frá: Hevur tú illgruna um, at tað er, ella hevur verið, kynsligur ágangur, skalt tú kunna starvsfelagar um hetta.
Saman boða tit so barnaverndini frá.
Sum borgari í Føroyum hevur tú skyldu til at boða barnaverndini frá hvørjum illgruna um ágang móti børnum!
Fráboðanir skulu vendast til barnaverndartænastuna í økinum, har barnið býr.
(Annars ber til at venda sær til Barnaverndarstovu Føroya, tlf. 302495, www.bvs.fo)
Niðast í hesum skjali er brot úr lógini um barnavernd, sum sigur frá um fráboðanarskyldu.

B: Soleiðis tekur tú hond um barnið og familjuna:
1. Mælir barninum og familjuni til – og um neyðugt hjálpir teimum til – at taka ímóti tí hjálp, sum tað almenna bjóðar (bæði sálarliga, likamliga og sosiala).
2. Verjir barnið móti endurtøkum.
3. Sært til, at barnið kann koma í savnaðin so nógv, tað vil, uttan at tað skal ræðast fyri somu hendingum aftur – eisini um tað hevur við sær, at skemmarin má finna sær ein annan savnað at ganga í.
4. Bjóðar barninum og familjuni terapeutiskar samrøður.

C: Soleiðis stuðlar tú tí ákærda/u og familju hansara/hennara:
1. Mælir tí ákærda/u og familju hansara/hennara staðiliga til at fáa sær sálarfrøðiliga hjálp.
2. Bjóðar terapeutiskar samrøður.

D: Soleiðis kann savnaðurin verða kunnaður:
1. Álítandi og væl umhugsað kunning til svanaðin kann fyribyrgja smettusøgum og sleygi. Hesa kunning eigur kommunustýrið at geva.
Tað er umráðandi, at kommunustýrið fær sær holla vitan um, hvussu slík kunning best verður givin.

Samtykt av kommunustýrinum fyri Sjóvar kommunu 08.12.2016


Brot úr løgtingslóg um barnavernd, kapittul 3 – Fráboðanarskyldan
§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí edtir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.

Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálaligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.


Strendur 13.12.2016
Sjóvar kommuna

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00