Sjovarkommuna

Fundur í trivnaðarnevndini 09.12.2016



Møtt:  Lisa Frederiksberg, Anfinn Gærdum og Jens Kristian Rasmussen 
Skrivari: Lisa      


Mál nr.: 16-19-102
Reist av: M5 Vinnuháskúlin
Viðgerð: Umsókn um stuðul til verkætlanarferð til Toronto, Canada.

Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.



Mál nr.: 16-19-106
Reist av: Óli Olsen
Viðgerð: “Nólsoyar Páll”, umsókn um stuðul

Avgerð: Umsóknin ikki gingin á møti.



Mál nr.: 14-19-62

Reist av: Heilsurøktarfrøðinginum
Viðgerð: Umsókn um høli í skúlanum

Avgerð: Nevndin mælir til, at skundað verður undir umvælingina í skúlanum og at heilsusystirin skjótt fær høli í skúlanum.  
Málið koyrt í teknisku nevnd.



Mál nr.: 16-19-15 
Reist av: Skála Ítróttarfelag
Viðgerð: Umsókn um stuðul.
Skála ítróttarfelag hevur á hvørjum ári fingið stuðul á 30.000kr frá Sjóvar Kommunu.
Tey ynskja, at hesin stuðul verður enn størri. Nevndin hevur víst á, at Runavíkar Kommuna als ikki stuðlar ítróttini í Sjóvar Kommunu yvir høvur,
men av tí, at tað eru nógv børn, ið íðka og hava stóra gleði at hesum tilboði, ynskja vit at veita stuðul .
Umframt henda stuðul, verður vant í bygdarhúsinum, og kann hetta eisini verða at rokna sum stuðul.

Avgerð: Nevndin samd um at stuðla við 30.000kr.   
Vísast til RS 550.



Mál nr.: 16-19-18

Reist av: Skála Ítróttarfelag
Viðgerð: Umsókn um stuðul
Stuðulspakki hjá Skála Ítróttarfelag.  
Nevndin ætlaði at stuðla á leikvøllinum, men nú fótbóltsárið er at enda komið og nevndin hevur borið so seint at, ynskja vit at stuðla við 10.000kr,
ið kann fara sum ískoyti til keyp av nýggju búnunum.

Avgerð: Nevndin samd um at stuðla við 10.000kr
Vísast til RS 550.



Mál nr.: 16-21-80 

Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Flutningur til forskúla 
Forkvinnan hevur tosað við Runavíkar kommunu um, hvørja avtalu tey hava við bygdaleiðir og hvat kostnaðurin er av skúlakortunum fyri kommununa pr.barn.
Tey gjalda fyri mánaðarliga skúlakortið fyri hvørt barn, ið gongur í Frískúlanum Keldan í Skálafirði.  

Avgerð: Arbeiða víðari við málinum


Mál nr.: 16-04-79
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Gamla missiónshúsið
Nevndin ynskir at fáa bygningin kannaðan av fólki útifrá, og arbeiðast kann víðari við, at fáa aktivitet í bygningin, nú nýggja missiónshúsið skjótt verður tikið í nýtslu.
Málið ynskist koyrt í teknisku nevnd til víðari avgreiðslu.

Avgerð: Nevndin ynskir at fáa bygningin kannaðan av fólki útifrá. Málið í tekniskunevnd.



Mál nr.: 2013-0023-0011  
Reist av: Stranda Bókasavn
Viðgerð:  Bókasavnið

Avgerð: Málið lokast



Mál nr.:  14-19-05
Reist av: Sjóvar kommuna
Viðgerð: Borgarafundir

Avgerð: Málið lokast


Mál nr.: 14-19-59
Reist av: Sjóvar Fornminnasavni
Viðgerð:  Umsókn um stuðul

Avgerð: Málið lokast



Mál nr.: 2006-47-09
Reist av: Sjóvar kommuna
Viðgerð:  Fríðkan av økjum

Avgerð: Málið lokast



Mál nr.: 14-23-103
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð:  Smáttur
Av tí at ongin responsur kemur frá Tekniska Skúla Tórshavn (Atla), hevur forkvinnan gjørt munliga avtalu við timburmann um at gera smátturnar.
Endalig avtala verður skrivað innan 1 viku.

Avgerð: Gera skrivliga avtalu við timburmann innan 1 viku um smáttur.  
Peningurin skal takast av kontoini stuðul til mentan.  



Mál nr.: 19-23-109
Reist av: Sjóvar kommunu 
Viðgerð: Útgerð til biosalin í bygdahúsinum
Nevndin mælir til, at útgerð verður keypt. Passandi mixipultur, uppvørpa og annað, ið manglar. Umsitingin tekur sær av keypinum.

Avgerð: Samd at nýta upp til 30.000kr til útgerð.  
Takast at kontoini til bygdahúsið


Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00