Sjovarkommuna

Jól á Sjóvarhøvda

sjovarjol1

Leygardagin 17. desember var aftur opið á Sjóvarhøvda.
Hetta er blivið eitt afturvendandi tiltak, og ein partur av fyrireikingini og hugnanum rundanum jólini í Sjóvar kommunu.

Niels Jacob Thormund Nielsen hevur saman við allari familjuni staðið fyri hesum tiltaki nú í fleiri fylgjandi ár, og tiltakið verður sera væl stuðlað.

Fólk koma langvegis frá at luttaka og vitja aftur á gamlar gøtur, og uppliva angan av tíðini, tá ið tubbaksroykurin lá tungur yvir skivuna og lukturin frá petroleum og tjøru hekk í luftini. Teir báðir gomlu innanfyri skivuna, Christoffer og Akku, útflýggjaðu vørur, og livdu við og luttóku í prátinum. Onkuntíð gingu bylgjurnar høgt og tá mátti kundin sjálvur fara eftir vøruni, serliga um tað var konufólk, ið kom inn, tí orðadrátturin kundi ikki forsømast.

Alskyns vørur, bæði til húsarhaldið og sjóvinnuvirksemi, vóru at fáa í handlinum á Sjóvarhøvda, sum gamli Niels Jacob keypti í 1932. Árið fyri høvdu brøðurnir innanfyri skivuna, Christoffer og Niels Jacob, keypt Knørr, FD 1, og tá ið Pakkhúsið og Íshúsið blivu bygd tíðliga í 30’unum kom rættiligt lív í á Sjóvarhøvda, og nógvar familjur fingu arbeiði til hendurnar og mat í munnin á Sjóvarhøvda.

Teir mongu gestirnir niðri á Sjóvarhøvda hendan leygardagin, sótu eisini undir hvørjum orði, tá ið Niels Jacob Thormund Nielsen sera hugtakandi og hegnisliga greiddi frá upprunanum og virkseminum á hesum søguliga stað við Sjógv á Strondum. Niels Jacob er sjálvur uppvaksin í hesum umhvørvinum, og minnist sera væl og dugir frágera væl at siga frá tí tíðini, tá ið hansara forfedrar virkaðu og búleikaðust her á staðnum.

Hendan dagin var tað angin frá vaflum og nýbryggjaðum kaffi, ið fylti rúmið, og børn og svigarbørn gingu nú smílandi til handa og bjóðaðu øllum teimum vitjandi at fylla sær koppin og fáa sær upp á tallerkin og at føla seg vælkomin, og løtan á Sjóvarhøvda kendist sera fjálg og hugnalig. Tíðin steðgaði eina løtu og prátið ímillum gestirnar var lætt og upplyftandi, og tað var eins og tú fekst eitt andarhald í tí hektiska gerandisdegnum.

Vegna familjuna ynskir Niels Jacob at senda eina tøkk til tær fyritøkur, ið stuðlaðu tiltakinum við ókeypis tilfari til bakstur og tað sum hartil hoyrir. Eisini fer ein serstøk tøkk til øll tey vitjandi fyri at tey løgdu leiðina framvið á Sjóvarhøvda hendan dagin, og so ríkiliga stuðlaðu tiltakinum, sum óskerdur fer til Alzheimerfelagið.

Teir trýggjar tímarnar, tiltakið vardi, fingu tey yvir 8.000 kr. inn, sum í gjár vórðu fluttar til Alzheimerfelagið.

Takk fyri og gleðilig jól og gott nýggjár.


Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00